Føroyskum fótbólti tørvar bretskan íblástur

- Føroyskum fótbólti vantar saft og kraft í løtuni. Ov fáir spælarar eru sterkir og skjótir, og eg haldi, at DBU-fótbóltsskúlin í Føroyum hevur ein part av skyldini. Hann hevur ikki bara gjørt føroyskan fótbólt minni áhugaverdan, men eisini gjørt danskan fótbólt verri. Danska landsliðið er nummar 36 á FIFA-styrkilistanum, sum er tað lakasta nakrantíð, staðfestir Uni Arge. Hann heldur, at tað gevur lítla meining at kopiera fótbóltin í einum landi, sum liggur nummar 36 á styrkilistanum hjá FIFA. Tí eftirlýsir hann bretskan hugburð til annars tekniskt sterku føroysku leikararnar

- Eg ætlaði einaferð at skjóta hasi tvey málini aftrat á landsliðnum, so eg fór fram um Toda, men nú veit eg ikki, hvussu tað verður við tí.

Soleiðis segði Uni Arge einaferð í samrøðu við Súna Merkisstein. Uni smíltist, meðan hann mælti hesi orð. Hann var tá givin við fótbóltinum. Seinastu fimm árini hevði hann verið mest skorandi áloyparin á landsliðnum, men maðurin var mettur av fótbólti. »Føroyar í HM-fótbólti« eitur bókin, sum útsøgnin hjá Una Arge er endurgivin úr. Í somu bók verður maðurin skírdur at vera skarprættarin á føroyska landsliðnum. Soleiðis minnast vit hann eisini á vøllinum. Uni Arge var maðurin, sum avgjørdi dystir og sendi mótstøðulið í gólvið.

Tað eru nøkur ár síðan nú. Men hóast givin við fótbóltinum hevur Uni Arge ikki slept honum heilt. Hann fylgir væl við og hevur eisini skapt kjak um fótbóltin, sum tá hann eftir stórtapini fyri Georgia og Skotlandi í 2006 festi tankar sínar á blað. Men Uni Arge ynskir ikki at finnast at bara fyri at finnast at. Tí sum hann sigur:

– Kritikkur er neyðugur, men vit mugu eisini vera uppbyggjandi.

 

Danir kolldøma egnan skúla

Uni Arge var avgjørdur, tá hann stóð framman fyri málinum. Gott dømi um hetta var mál hansara, tá hann minkaði um munin í minniliga javnleikinum ímóti Slovenia á heysti í 2000. Ein minutt fyri leiklok endaði bólturin fyri føturnar á skarprættaranum, sum var bæði knappur og avgjørdur. Avgjørdur er Uni Arge eisini, tá hann verður spurdur, hvat føroyskir fótbóltsleikarar mangla í dag.

– Tað er fínt at duga at jonglera hundraðtals ferðir, sprakla sum Ronaldo og avlevera sum Beckham. Men uttan temperament megnar tú lítið í fótbólti. Alt, sum tú gert, má gerast við hugi og hjarta. Føroyskum fótbólti vantar saft og kraft í løtuni. Ov fáir spælarar eru sterkir og skjótir, og eg haldi, at DBU-fótbóltsskúlin í Føroyum hevur ein part av skyldini, sigur Uni Arge.

Hann vísir til eina grein í Berlingske Tidende á heysti í fjør, har Glen Riddersholm og Per Andersen, venjarar hjá ávíkavist danska U16- og U17-landsliðnum og U18- og U19-landsliðnum siga, at danskir fótbóltsleikarar virka í einum vardum vattkulturi.

– Hesir báðir venjararnir ásanna sjálvir, at danskarar hava ment ein vattkultur í fótbóltinum. Spælararnir eru allir øgiliga hampiligir, teir líkjast fótbóltsliga og hava lítið temperament, tí temperament verður uppfatað sum nakað negativt. Úrslitið av einum tílíkum umhvørvi er, at spælararnir verða fittir dreingir, sum eru tekniskt góðir, men onki vinna, greiðir Uni Arge frá. Hann sigur seg eisini síggja henda trupulleika aftur í Føroyum og undrast á, hví DBU-skúlin skal vera ófrávíkilig fyrimynd her.

– Hesin skúlin hevur kanska gjørt føroyskan fótbólt tekniskari, men úrslitini eru verri. Hann hevur eisini gjørt danskan fótbólt verri. Hygg bara, hvar Danmark er statt í løtuni. Danska landsliðið er nummar 36 á FIFA-styrkilistanum. Tað er tað lakasta nakrantíð. Soleiðis var Danmark ikki, tá Danmark framleiddi vinnarar sum til dømis Søren Lerby, Jan Mølby, Preben Elkjær, Peter Schmeichel, Michael Laudrup og Flemming Povlsen, vísir Uni Arge á. Tí er tíðin eisini komin til, at vit leita okkum íblástur aðrastaðni frá.

– Eg haldi, at føroyskur fótbóltur hevur brúk fyri bretskum íblástri, tí bretskur hugburður og bretskur fótbóltur passa væl til okkum. Hann hevur ferð og styrki. Heimsins besta landskapping, Premier League, liggur beint sunnan fyri okkum, og kring alt landið eru vit hugtikin av Liverpool, Manchester United, Chelsea og Arsenal. Kortini brúka vit ikki bretskan fótbólt sum íblástur, tá vit uppala okkara fótbóltsspælarar. Vit eru í staðin við at gerast eitt kopi av fótbóltinum í tí landinum, sum er nummar 36 í heiminum. Tað gevur lítla meining, heldur Uni Arge.

 

Ov lítið svangir eftir at vinna

Uni Arge hevði ongantíð sum fremsta sermerki at vera øgiliga tekniskur. Tað sama kann sigast um fleiri av hansara landsliðsliðfeløgum. Kurt Mørkøre var ein og Julian Johnsson ein annar. Men felags fyri hesar tríggjar var, at teir allir spældu eitt skifti uttan fyri Føroyar – við succés.

– Eg haldi, at fótbóltsspælararnir í dag eru betri tekniskt enn fremstu spælararnir fyri 15-20 árum síðan. Teir duga væl at móttaka bóltin. Teir duga eisini væl at sparka og finta. Men spælararnir í dag mugu ansa eftir ikki at gerast tekniskir dillitantar, sum bara brilliera, tá teir venja skot og avleveringar. Teir mugu eisini hugsa um at gerast kraftmiklir og snildir ítróttarmenn, sum eru svangir eftir vinna, og sum útstrála hendan viljan í dysti, tí tað er í dysti, at tú prógvar títt veruliga virði, sigur Uni Arge og heldur fram.

– Øll kappingarítrótt krevur, at tey, sum eru við, eru til reiðar at vinna. Ert tú í kapping, men grundleggjandi óttast tað stríðið, sum krevst fyri at vinna, so miseydnast tú. Hetta nevni eg, tí ofta sakni eg vinnaramentalitet á føroyskum fótbóltsliðum. Eg sakni, at spælarar vísa fastleika og sannføring, og eg sakni, at teir eru særdir, tá teir tapa. Tí haldi eg, at leiðslur og venjarar eisini skulu fara at leggja dent á mentala venjing. Vit skulu góðtaka og dyrka tað harða og rættvísa í spælarum og ikki bara tað fitta og sosiala, hóast tað sosiala sjálvandi skal rigga, sigur Uni Arge.

 

Glottar í felagsfótbólti

Tá Uni Arge spældi á landsliðnum, tapti landsliðið eisini onkuntíð stórt, men tá varð ikki tosað um eitt landslið í kreppu. Tað verður tað nú, og Uni fylgir kjakinum gjølla.

– Nógv verður í dag tosað um, at fótbólturin er í kreppu, og at landsliðið stendur seg illa. Tá illa gongst, er kritikkur neyðugur. Men vit skulu ansa eftir ikki bara at finnast at, so øll verða púra mótfallin. Neyðugt er nú at fara undir uppbyggingina, eisini ta sálarligu, so vit aftur fáa nakað at gleðast um, sigur Uni Arge, sum eisini heldur, at vit hava nógv at fegnast um í føroyskum fótbólti anno 2008.

– Glottar eru avgjørt at hóma í felagsfótbóltinum í løtuni. NSÍ vann á Dynamo Tblisi í summar, og HB fekk javnt ímóti Elfsborg. B36 vísti taktiskan og kropsligan fastleika, sum fekk Brøndby at knarra, og EB/Streymur beit væl frá sær, hóast Manchester City var ein yvirmakt, vísir Uni Arge á.

Hann hevur eisini heft seg við høga áskoðaratalið kring Tórsvøll tann 17. juli í ár.

– Hvussu nógv fólk hugdu at Manchester City á Tórsvølli, spyr hann og svarar síðan sjálvur.

– 5.400 fólk! Føroyingar elska bretskan fótbólt, og tí eiga vit at heinta meiri íblástur haðani. Vit skulu skapa sterkar, skjótar og sannførdar spælarar sum teir bretsku, ið samstundis eru tekniskt og taktist so væl fyri sum teir føroysku, sigur Uni Arge.