Í vetur hava næmingarnir í 2. A nýtt ein part av tímunum til at hyggja eftir føroyskum bátasmíði.
Tey hava verið í teirri hepnu støðuni, at lærari teirra, Jógvan Hansen úr Kollafirði hevur so stóran áhuga í hesum, at hann sjálvur hevur bygt eitt 4-mannafar í frítíðini.
Jógvan er bert 30 ára gamal, men hevur hann longu bygt fýra slíkar, hóast hann ikki hevur lært til slíkt.
- Eg geri tað bara av áhuga mínum fyri at varðveita tann gamla føroyska árabátin, sigur hann.
Í undirvísingini hevur hann lært tey so at siga alt, sum er vert at vita um føroyska árabátin. Í dag vita øll børnini, hvat ein tollur er, hvat eygað er, hvat eitt borð er og mangt annað sum onnur havnarbørn neyvan vita so nógv um.
Samstundis hevur lærarin víst teimum myndir av, hvussu byggingin av gamla árabátinum, sum skal latast til Kiwanis-felagsskapin, hevur gingið framá.
Fyrrapartin í gjár var stundin komin, at næmingarnir sjálvir sluppu at síggja verkið: Í einum bilhúsi Undir Heygnum stóð tann lidni báturin fyri teimum.
- Altso, sum hann er vakur, segði ein av gentunum. – Hann er øgiliga væl gjørdur og flott pussaður!
Til æru fyri myndamannin fóru teir fýra dreingirnir í flokkinum og allar genturnar umborð á bátin.
Hetta fekk lærara teirra at siga so rámandi: - Vanliga eru tveir stavnar í einum báti. Men í dag mugu vit vist siga, at teir eru seks í tali!