42 ára gamli Jens Christian Eldevig hevur grønlendska mammu og føroyskan pápa. Hann hevur búð 21 ár í Føroyum og 21 ár í Grønlandi. Hann vitjar í Føroyum í hesum døgum.
Fyrst í sekstiárunum fór fuglfirðingurin Sigurðjón Eldevig til Grønlands at smíða. Hann hevur verið víða, og hevur smíðað næstan á hvørjum pynti á vestursíðuni ? eisini í Thule, sum hann plagar at taka til. Sigurðjón giftist grønlendskari konu í 1967, og í 1968 fingu tey elsta sonin Jens Christian. Tá ið børnini vóru smá, fluttu tey aftur til Fuglafjarðar og búðu tey har, til Jens Christian var 21 ár.
Jens Christian gjørdi vart við seg í fótbólti og spældi m.a. við ÍF í 1. deild í 1988 og 89.
Jens Christian flutti aftur til Grønlands saman við familjuni, tá ið hann var 21 ára gamal og hevur gjørt nógv ymiskt fyrifallandi arbeiði í Sisimiut, sum er vinarbýur Klaksvíkar og eisini í Nuuk. Sigurðjón var við til at byggja Tekniska skúlan í Sisimiut og bleiv eisini lærari á skúlanum, har hann eisini hevur fyrisitið pørtum av undirvíringini.
Seinnu nógvu árini hevur Jens Christian verið leiðari á Blue Water Shipping í Sisimiut saman við yngra beiggja sínum John Eldevig.
Jens Christian Eldevig, sum er ein sáttligur og friðarligur maður og veit hvat hann vil, hevur rættiliga gjørt um seg við fótbólti i Grønlandi ? Hann hevur verið á grønlendska landsliðnum í átta ár og spælt eini 60 landsdystir. Við B 67 í Nuuk hevur hann fimm ferðir verið grønlandsmeistari, ársins spælari 1999, útnevndur sum ársins fightari tvær ferðir og eisini verið ársins tekninari.
Síðani 2003 hevur hann verið venjari í mannsdeildini í Sisimiut.
Blue Water hevur nú boðið Jens Chriastian eina leiðaraútbúgving innan shipping Í Ålborg. Í hesum sambandi steðgar hann á í Føroyum í eitt hálvt ár og leitar eftir einum arbeiði her nú hann er heima. Eisini stendur Jens Chriastian í boði at verða venjari hjá ÍF 2. deild, meðan hann er her.
Jens Christian hevur hugt seg eitt sindur um, nú hann er heima, og í mikudagin gekk leiðin til Klaksvíkar at hitta Dávur Winther, mentanarleiðaran ? sum kennast bæði úr Fuglafirði og frá vitjanum í Sisimiut í Grønlandi.
Skipað varð fyri einum rundtúri í Klaksvík at síggja ymisk virki og sjálvandi gekk leiðin fyrst norður í Norðhavnina at heilsa upp á Heina á Marknagili og síggja rúmliga goymslubygningin hjá Faroe Ship har. Eisini varð heilsað uppá Eyðun Rasmussen, stjóra á P/F Hvalnes, sum m.a. hevur sildaverksmiðjutrolaran Norðborg.
Jens Christian hevur búð 21 ár í Grønlandi og 21 ár í Føroyum og tosar føroysk sum ein fuglfirðingur. Hann var sera hugtikin av umstøðunum í Norðhavnini og ikki minst tí snotiliga húsinum, ið har stendur. Høvdu vit havt eina slíka havn í Sisimiut, so høvdu vit verið væl fyri, segði hann fegin um vitjanina í vinarbýnum hjá Sisimiut ? Klaksvík.
Jens Christian spurdi um kava og kavagrefstur í Klaksvik, um hesum var meira av enn fyrr. Hann greiddi frá, at fyrstu ferð hann veit um, var tað regn í Sisimiut, tá ið jólatræið varð tendrað í 2010. So okkurt týður uppá, at verðurlagið er fyri broytingum.
- Ein hugnaligur dagur saman við einum hugnaligum mannin var komin at enda, siga tey úr Klaksvík. Men Jens Christian helt fyri, at hann kemur skjótt aftur, tí her var so nógv áhugavert í Klaksvík, sum hann vildi vita meir um, sigur Dávur Winther, mentanarleiðari hjá Klaksvíkar kommunu.