Føroyskur gudfrøðingur í altjóða umhvørvi

Málið við lestrar­staðnum í Alpunum, har 37 ára gamli havnarmaðurin Poul Guttesen arbeiðir, er at bjóða kristnum í nýmótans samfelagnum møguleika at brynja seg til avbjóðingar í lestri í styttri og longri tíðarskeið

Jóannes Hansen

Tey flestu ynskja at vera heima á jólum. Tað ber ikki til hjá øllum, og ein teirra, sum hesi jólini ikki verður í Føroyum, er 37 ára gamli havnarmaðurin Poul Guttesen, ið er sonur Maritu og Leivur F. Guttesen, sum nú búgva í Hoyvík.
Poul er gudfrøðingur. Hansara lestur, arbeiði og netverk eru staðfesting av, hvussu lítil heim­urin á so mangan hátt er vorðin. Og uppgávan ella avbjóðingin hjá honum og teimum, sum hann arbeiðir saman við, er grundað á broytta samfelagsmynstrið og hvussu virðini og grundarlagið eru broytt tey seinastu árini í Europa.
Poul Guttesen hevur BA í gudfrøði frá Moody Bible Institute í Chicago. So leyk hann master útbúgving og yvir­bygngin til master frá gud­frøðisskúla, sum er knýttur at lærda háskúlanum í Vancouver í Kanda, og í summar vardi hann ph. D á St. Andrews lærda háskúlanum í Skotlandi. Hetta er eitt av teimum fýra gomlu universitetunum í Skotlandi. Hini eru í Glasgow, Edinburgh og Aberdeen. St. Andrews hevur seinnu árini fingið umrøðu og reklamu tí William, sonur Dianu og Charles krúnprins, hevur útbúgving har frá.
Evnið í ph. D ritgerðini hjá Poul Guttesen, sum var stuðl­að av Granskingarráðnum, var plássið og uppgávan hjá Kongadømi Guds, sum tað verður umrøtt í Opinberingar bókini, og hvussu kendi týski gudfrøðingurin Jürgen Moltmann lýsir hetta.
Nú arbeiðir Poul Guttesen á Schloss Mittersill, sum er í Eysturriki  hálvan annan tíma frá Salzburg og tveir tímar í bili frá München. Hetta gamla slottið, sum bæði á sumri og vetri er eyðkent av sera vøkrum umhvørvi, er nú miðstøð, har tað er møguleiki at halda konferansur og skeið, og har tað tvey tey seinastu árini hevur verið arbeitt miðvíst við at fáa í lag lestur og gransking á universitetsstigi.
Poul Guttesen er akademiskur dekanur. Tað hevur hann verið síðani í summar. Sambandið við stovnin fekk hann umvegis kanadisk vinfólk, sum hann lærdi at kenna, meðan hann skrivaði ph. D ritgerðina. Poul undirvísir sjálvur í Nýggja Testamenti og systematiskari teologi. Fíggingin til stovnin er úr Europa og serliga Norðuramerika, og næm­ingarnir eru úr Eystureuropa, Vestureuropa, Suðurafrika og eisini Norðuramerika. Serligan áhuga hava kristnir eystureuropearar víst stovninum. Í teirra uppvøkstri og undir teirra útbúgving vóru tilboðini av hesum slagnum ikki so nógv.
Nakrir studentar eru fulla tíð á staðnum. Aðrir eru har í styttri tíðarskeið og taka síðani útbúgvingar í fjarlestri, og uppaftur aðrir eru á staðnum í nakrar vikur.
- Vit eru framvegis á byrjunar­støði, og vit eru ávegis at fara frá bara at vera trúboðanarvirki og til eisini at verða universitet. Slagorðið er Toward a Christian renaissance in Europe, og visiónin er at bjóða kristnum í nýmótans og sekulariseraða samfelagnum møguleika í góðum umhvørvi at fáa útbúgv­ing og eftirútbúgving í teologi og í einari røð av evnum, sum eru sjálvsøgd hjá kristnum at fyrihalda seg til. Nýmótans samfelagið setur nýggj krøv, og tað eru nógvar avbjóðingar hjá kristnum, sum eru í ella ætla at arbeiða í privata vinnulívinum ella innanfyri tað almenna. Tað er eitt nú fyri at geva tílíkum møguleika fyri eftirútbúgving, at vit halda okkum hava tilboð, sigur Poul Guttesen úr Mittersill, sum er bygd í Alpunum, har fólkatalið liggur um tey fimm túsund ella umleið sama fólkatal, sum tað er í Klaksvík.
Á skeiðum í 1-3 vikur, eru luttakararnir ofta upp í tredivu hvørja ferð. Higartil er talið á gudfrøðislesandi ikki so stórt. Stovnurin arbeiðir við at fáa myndugleikanna góðkenning sum universitet í Eysturríki. Onkur er farin undir at skriva ph. D. Hetta er í samstarvi við universitet í Suðurafrika, ið hevur góðkent útbúgvingarstøðið.
Higartil hevur arbeiðið hjá starvsfólkunum, sum tilsaman knappast um tey tjúgu og sum koma úr øllum heimsins herðashornum og sum fleiri hava undirvíst og granskað á kendum universitetum, verið borið av idealismu og við lítlari og ongari fastari samsýning. Men tað verður vónað og roknað við, at hetta fer at broytast, sum tíðin gongur, og tilboðið, sum næmingarnir sjálvir fíggjað  í hvssu so er fyri ein part  verður meiri kent.
Poul Guttesen sigur seg trívast væl í Eysturríki og í arbeiðnum og stóru avbjóðingini. Og hann leggur afturat, at í Eysturríki vita nógv tey flestu um Føroyar og føroyingar:
- Tá ið tey fáa at vita, at eg eri føroyingur, taka tey seg um høvdið og minnast aftur á vanlukkuliga mikukvøldið í september 1990, tá ið eystur­ríkska fótbóltslandsliðið tapti 1-0 móti Føroyum. Tá ið eg so sigi teimum, at mikudagurin 12. september 1990 stendur sum tann glæsiligasta løtan av øllum í føroyskum fótbólti, og at tað framvegis verður tosað um hetta, so rista tey við høvdinum og duga samstundis væl at skilja føroyingarnar.
Hví ert tú ikki í Føroyum á jólum?
- Vit hava skeið í jólafrítíðini, og mín lutur er í ár at vera ein av lærarunum og at fáa praktisku viðurskiftini at vera, sum tey eiga. Eg vil fegin ynskja familju og vinum í Føroyum og øllum føroyingum gleðilig jól og Harrans signing í nýggja árinum, endar Poul Guttesen úr Eysturríki, og heilsanin er hervið send til teirra, sum lesa Sosialin.