Føroyskur hondbóltur á veg fram

Íslendski venjarin sum vann EM við Týsklandi, var ovfarin yvir støðið í føroyskum hondbólti í dystinum sum hann sá um vikuskiftið

Í Sosialinum, sum í dag er komin út, er samrøða við íslendska hondbóltsvenjaran, Dagur Sigurðsson, sum um vikuskiftið helt fyrilestur í Føroyum. Dagur Sigurðsson var fyrr í ár heldur óvæntað við til at vinna EM-endaspælið sum týskur landsliðsvenjari.

 

Sunnudagin var Dagur Sigurðsson í Hoyvíkshøllini og hugdi eftir H71 og Kyndil. Hann var ovfarin av støðinum í hondbóltsdystinum, sum hann metti vera betri enn tað sum hann hevði vænta sær áðrenn.

 

Í stuttum helt Dagur Sigurðsson at hondbólturin sum spældur var, minti nógv um hondbóltin í Íslandi. Eisini dámdi hann væl taktiska uppleggið frá venjarunum.

 

Tað sum Dagur Sigurðsson tó dámdi allarbest, var at so nógvir ungir hondbóltsleikarar fáa møguleikan á besta liðnum í Føroyum, og at nýggja ættarliðið av hondbóltsspælarum sær so lovandi út. Hann heldur at nýggja ættarliðið av hondbóltsspælarum, umframt ein góð leiðsla í hondbóltssambandinum við nógvum góðum hugskotum, kunnu vera høvuðsorsøkirnar fyri at Føroyar um fá ár kemur at hava uppaftur størri framgongd í hondbóltssamanhangi.

 

Øll samrøðan við Dagur Sigurðsson kann lesast í Sosialinum. Sosialurin á netinum kann keypast á www.sos.fo.