Á tí stóru sjómatsmessuni í Boston í USA, "Boston Seafood Show" eru básarnir hjá Bakkafrost og Hiddenfjord sera sjónligir í heildarmyndini.
Og tað grør um gangandi fót, sambært Óla Hansen, sølustjóra hjá Hiddenfjord: - Tað er ógvuliga stórur fyrispurningur eftir føroyskum laksi í USA. Laksurin er ógvuliga vælumtóktur, og vit hava ilt við at veita laks til allar teir fyrispurningarnar vit hava fingið. Vit hava roynt at veitt okkara laks til matstovur, og til gistingarhús, so tað kann koyra so javnt og samt, sum til ber, greiðir Óli Hansen frá.
Føroysku laksaútflytarnir hava heili 10.000 snøgg berinet við sær til "Boston Seafood Show". Berinetini bera áskriftina "Salmon from the Faroe Islands". Í tí snøgga berinetinum liggur ein snøggur faldari, sum á greiðum enskum máli greiðir frá tí tiltiknu føroysku dygdarvøruni.
Verkætlanarleiðari hjá átakinum "Salmon from the Faroe Islands" er Àrni Olsen úr Havn: - Kundarnir í hesari vinnuni fyrihaldi seg bara til lond, og tað má man fyrihalda seg til, og arbeiða út frá tí. Tískil er "Salmon from the Faroe Islands" ein ógvuliga týdningarmikil liður í at fáa allar endarnar at røkka saman, staðfestir Árni Olsen. - Talan er um eina regnskjóls-branding, sum greiðir frá hví tað er so gott at ala laks í Føroyum. Hví liggja hesi virkini í Føroyum? Og hví hevur føroyskur laksur ta dygdina, sum hann hevur? Tað hevur nógv at gera við, at virkini liggja í Føroyum, streymviðurskifti, og at hitin í sjónum er javnur alt árið, greiðir Árni Olsen frá.
Niðanfyri síggjast sjónbandabrot av básunum hjá Bakkafrost og Hiddenfjrod - og Rainbow Seafood
Árni L. Simonsen (13 ár) hevur tikið myndina til hesa greinina.