Føroyskur myndamaður millum heimsins bestu

Føroyski myndamaðurin Bárður Eklund er júst innlimaður í Nordic Photo Masters, ið gevur nøkrum fáum útvaldum møguleikan at gerast partur av altjóða elituni innan myndatøku Um vikuskiftið fekk føroyski myndamaðurin, Bárður Eklund, boð um, at hann er ein av teimum 16 myndafólkunum, sum júst eru innlimað í tann sonevnda Nordic Photo Master Class.

Endamálið við Nordic Photo Master Class er at savna bestu myndafólkini í Norðurlondum og menna tey víðari til at gerast partur av heimselituni innan myndatøku.

- Hetta er sjálvandi ein sera stórur heiður. Eisini gleði eg meg ótrúliga nógv til at fáa serundirvísing frá nøkrum av heimsins bestu myndafólkum, ið er nakað av tí, ið eisini fylgir við, tá tú verður innlimaður í Nordic Photo Master Class, sigur Bárður Eklund.

Myndafólk kunnu ikki sjálvi søkja um upptøku í Nordic Photo Master Class, men verða vald út, tí tey hava víst heilt serlig evni innan myndatøku.

Bárður Eklund hevur vunnið fleiri virðislønir innan myndatøku ? eitt nú Journalisthøjskolens Fotojournalist Jubilæumsdelpris, fleiri talentvirðislønir, umframt at hann í 2004 bleiv kosin Ársins Portrett-myndatakari í Danmark.

Bárdur Eklund er útbúgvin Fotojournalist frá Danmarks Medie & Journalisthøjskole og Columbia School of Journalism í USA, og er eisini útbúgvin sum Art Photographer.