Dimmalætting staðfesti í gjár, at ein føroyingur í november gjørdist millióningur, tá hann vann stóru Sunday Million-kappingina í poker á alnetinum. Spælarin, ið nevnir seg Kesher79 vann ikki minni enn 195.000 amerikanskar dollarar – svarandi til 1,1 millión krónur. Blaðið skrivar ikki rætta navnið á manninum, men talan er um ungan føroying, sum í seinastu hondini fór all-in og endaði við fýra tvey’arum á borðinum.