Føroyskur Reggae-tónleika­bólkurin til Suðuroyar

TÓNLEIKUR

Tey, ið vóru í SMS fyri sløk­­um tveimum vikum síð­ani, vóru rættiliga tik­in á bóli, longu tá ið føroyski Reggaebólkurin »3 Colours« høvdu spælt tað fyrsta lagið. Ein sera væluppløgd Erla Maria Jørgensen stóð á odda fyri einum sera væl sam­anspældanum tón­leikabólki. Eisini kórið riggaði avbera væl. Tað er í verðuleikanum sjáldan, at áskoðarar biða um eykalag har í húsinum, men so varð ikki hesaferð. Tey sluppu ikki av pallinum, fyrr en tey høvdu givið eitt eykanummar, og tað vóru tey sjálvandi fús til at geva.
Stuttligt varð tað at hoyra teir góðu gomlu slagararnar, »I shot the sheriff«, »No woman no cry«, »Bad boy´s what you gonna do« v.fl. Og mong vóru í góðum hýri, sum trallaðu við tí íoyrafellandi tónleikinum.
Nú gongur leiðin so til Hvalbiar, har 9 mans stóri tónleikabólkurin aftur fer á pallin.
»3 colours« fer á pallin í Roynhøllini við nógvum góðum og kendum Reggae løgum á skránni.
Sum nakað nýtt kunnu tey, sum ætla sær í Royn­høllina til konsert og disko­tek, koyra ókeypis til konsertina, har tað eisini verður super diskotek. Tað er avmarkað, hvussu nógv sleppa í bussin, so best er at bíleggja sær pláss bein­anvegin. Tað kann gerast við at ringja á tel. 22 65 66, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi.