Útbúgvingin til skíðinstruktør var frá januar til apríl í ár og tók honum sostatt 12 vikur. Útbúgvingin gekk fyri seg á Whistler/Blackcomb fjøllunum, tríggjar tímar frá Vancouver við Stillahavið. Eyðun var saman við 23 bretum, sum eisini gingu á instruktørskúlanum. Meðan tey vóru har, skifti hitin millum minus 17 stig til pluss 15 stig. Í desember, áðrenn tey komu, hevði verið sera kalt, heilt niður í minus 35 stig.
Umframt alt sum hevur við sjálva skíðingina at gera, skal ein skíðinstruktørur eisini duga at analysera kavan, um tað er ráðiligt at skíða og eisini at leita eftir fólki, sum eru saknaði.
Nógvastaðni í Kanada er skíðing ein lívsstílur. Í skíðsesongini hava skúlabørn t.d. frí hvønn mánadag, tá tey standa á skí ístaðinfyri at vera í skúla. Skíðing er eitt fak í skúlaundirvísingin har.
Eyðun nevnir sum dømi, at ein 92 ára gamal maður dagliga stóð á skíð, har sum tey vóru. Á skístøðunum møtti hann annars nógvum danskarum og eisini onkrum íslendingi.
Tá vit spyrja Eyðun, hví hann hevur valt at taka hesa útbúgving, sigur hann at hetta er ein gamal dreymur. Hann hevur gott starv hjá Mærsk, men møguliga fer hann at arbeiða sum skíðinstruktørur seinni.
Hann er limur í CSIA (Canadian Ski Instructors Alliance), og kann arbeiða sum skíðinstruktørur í flestu støðum í heiminum. Eyðun sigur, at honum vitandi er hann einasti føroyingur við hesi útbúgving.
mg