Seinastu dagarnar hevur Galaxy avlýst túrar millum Havnina og Trongisvág fleiri ferðir, men tað fær ikki samferðslumálaráðharran, Henrik Old, at missa svøvnin.
- Tað er ótrúliga keðiligt, tá ið seinkingar ella avlýsingar eru, men sakin er tann, at vit mugu rokna við at slíkt onkuntíð kemur fyri, sigur Henrik Old sum tó heldur, at Strandferðslan og Galaxy kundu verið meira realistisk um ferðaætlanina.
- Tað hevur víst seg, síðani Galaxy fór í sigling, at hann klárar ikki at halda ferðaætlanina. Tað er serliga orsaka av, at skipið er so leingi um at leggja at í Havnini og tí tekur munandi longri hjá fólki at koma í land enn ætlanin er, sigur Henrik Old.
Landsstýrismaðurin vísir á, at tað er ein avbjóðing hjá fólki, sum vanliga liva undir heilt øðrum veðurlíkindum, at sigla millum Havnina og Trongisvág.
- Seinastu tveir dagarnar, tá ið hann hevur avlýst, vænti eg ikki nakar føroyskur sjómaður hevði avlýst vegna veður. Men tað er sjálvandi øðrvísi veðurforhold her enn tað er har manningin umborð á Galaxy er frá, sigur Henrik Old.
Smyril kemur eftir ætlan aftur í morgin.