Føroyskur stuðul til barnaskúla í Serbia

- Tit skuldu bara sæð hesi børnini. Tey er so glað fyri at koma í skúlan, og tey taka sera væl ímóti øllum tí sum vit gera fyri tey, siga tveir av lærarunum við barnaskúlan í Smederevo, Biljana Cvetkovich og Dragira Rajkovich. Nú verður ein framtíð skapt fyri hesum skúlanum, ið ætlaður er sigoynarabørnum.

Smederevo: Í einum skúla í hesum serbiska býnum ganga í løtuni 50 sigoynara-næmingar og hugsa nógv um Føroyar.
Tey vita, at tveir av lærarum teirra eru farnir ta longu leiðina norður til hetta landið, sum hevur sagt seg sinnað at veita teimum stuðul til leikur, ljóðføri og annað sum krevst til undirvísingina.
Frammanundan hava lærarnir greitt børnunum frá, at tey gjøgnum Reyða Kross hava fingið samband við eina deild av hesum felagsskapinum í Føroyum. Og í farnu viku fóru so hesi umboðini avstað úr Serbia.
Tey komu til Føroyar mikudagin í farnu viku, og seinnapartin mánadagin varð undirskrivað ein samstarvsavtala millum Reyða Kross og Formula.fo.
Eftir hesi avtaluni bindir fyritøkan seg til at verða stuðul hjá hesum skúlanum í tvey ár framyvir. Og samstundis er Marit Holm Petersen hjá Formula.fo útnevnd sum gumma fyri henda skúlan.
- Vit vóru til reiðar og sótu mestsum og bíðaðu eftir áheitanini frá Reyða Krossi, sigur Marit.
Umboðini fyri skúlan, saman við einum umboðsmanni fyri Reyða Kross í Smederevo fara úr aftur Føroyum í dag. Og tey 50 sigoynara-børnini í skúlanum kunnu nú so smátt byrja at gleða seg til at henda avtalan verður gjøgnumførd í veruleikanum.

Glað børn
Á samkomuni mánadagin, tá samstarvsavtalan varð undirskrivað, vóru eisini tveir av lærarunum - Biljana Cvetkovich og Dragira Rajkovich - á hesum skúlanum fyri sigoynararnar ella roma-fólkið, tey nevna tað.
Tær greiddu her frá, at 50 næmingar eru í hesum skúlanum. Tey eru býtt upp í tveir bólkar, soleiðis at ein bólkur møtir fyrrapartin og hin bólkurin seinnapartin.
Skúlin hevur verið opin í trý ár, og hava tey eitt tætt samband við umboðsfólkini frá teirri lokalu deildini av Reyða Krossi, hagani tey fáa tað, tey hava brúk fyri í tí dagliga.
Børnini koma í skúlan í tríggjar tímar hvønn dagin, har alt verður gjørt fyri at tey skulu fáa eina góða uppliving í gerandisdegnum.
Starvsfólkini læra børnini at lesa og skriva sítt egna mál, eins og tað serbiska málið. Umframt hetta hava tey drama, tónleik, eins og tey læra um, hvussu tey skulu bera seg at úti í ferðsluni og mangt annað.
Hetta er sum ein forskúli at rokna, og tí ynskja tey at børnini skulu vera so væl fyri sum tilber at fara í barnaskúlan og hagani víðari út í serbiska samfelagið.
- Og tit skuldu bara sæð hesi børnini. Tey er so glað fyri at koma í skúlan, og tey taka sera væl ímóti øllum tí sum vit gera fyri tey, siga tær báðar Biljana Cvetkovich og Dragira Rajkovich.

Út í samfelagið
Við skúlagongdini ynskir ein fyrst og fremst at røkka børnunum. At geva teimum nøkur amboð, sum tey kunnu brúka úti í samfelagnum.
Næst á skránni er at geva foreldrunum eitt tilboð við sama endamáli. Eru børnini illa fyri, so eru foreldrini tað munandi meiri.
Foreldrini liva vanliga eitt sera primitivt og einstáttað lív: Tey eiga nærum ikki sýru í vegg, men fáa tað dagliga breyðið við at finna lutir ymsa staðni, sum tey síðani royna at selja á gøtuni. Møguleikarnir fyri vinnuligum arbeiði eru ikki stórt aðrir enn hesir, av teirri einfaldu orsøk at tey duga hvørki at lesa ella skriva.
Umframt hetta búgva tey mangan undir sera vesaligum umstøðum, og tí er tann sosiala støðan hjá børnum og foreldrum ofta sera ring. Ja, nógv teirra liva nærum ikki undir umstøðum, sum eru menniskjum verdug.
- Av tí sama er heilsustøða teirra eisini sera, sera vánalig, og livialdur teirra er tí munandi lægri enn hjá øðrum fólkum í Europa, sigur aðalskrivarin í Reyða Krossi í Smederevo, Tomislav Zivannovich, sum eisini var við á tíðindafundinum.
Liviumstøður teirra hava eisini við sær, at tey hava lítlan pening um hendi. Hann røkkur við neyð og deyð til mat, meðan tey hinvegin hava illa ráð at gjalda fyri vitjanir hjá lækna ella fyri heilivág um tey ella børn teirra gerast sjúk.
Men við skúlan í Smederevo fáa hesi 50 børnini møguleikan fyri júst hesum, sum foreldur teirra hava so trupult við. Við regluligum millumbilum kemur lækni á skúlan at kanna børnini. Og er barnið sjúkt, so verður tað sett í viðgerð beinanvegin.




Flóttarfólk uttan útbúgvin
Serbia: Í níti-árunum bórust tíðindi hvønn einasta dag um ræðuliga borgarakríggið í tí sundurlimaða Jugoslavien.
Ein fylgja av krígnum var, at flóttarfólk í hundraðtúsundatali komu inn um markið til Serbia. Millum hesi vóru eisini hópurin av sigoynarum ella roma-fólkum, sum tey eisini verða nevnd.
Eitt eyðkenni fyri hesi fólkini er, at tey hava einki land, sum tey kunnu kalla teirra egna. Tey hava haraftrat sítt egna mál, men sum bert tey sjálvi skilja. Skúlagongdin er lítil og eingin, og helst eru eini 90 prosent av fólkinum, sum hvørki dugir at lesa og skriva.
Henda trupulleikan hevur Reyði Krossur í Serbien sæð, og er tí farin undir eitt arbeiði við at geva hesum fólkunum eina framtíð.
Eitt av tilboðunum til hesi fólkini er hesin lítli skúlin í Smederevo, sum liggur beint sunnanfyri Beograd, høvuðsstaðin í Serbia.
Útgerðin er ikki av tí mesta, men við stuðlinum tey nú fáa úr Føroyum kunnu starvsfólkini læra tey at lesa og skriva, soleiðis at tey klára seg í gerandisdegnum úti í samfelagnum.