Havi hug at finnast at fíggjarlógini, soleiðis sum hon er sett upp. Tað er, at høvuðsyvirlitið ikki gevur nakra mynd í heila tikið! Her sakni eg tølini frá undanfarna árið, soleiðis at tað var greiðligari at fingist við. Soleiðis sum vanligur rokniskapur sær út. Tá hevði borið til beinanvegin at sæð, hvar stórar og smáar broytingar vóru, og sæð, hvat farið verður eftir. Slík yvirlit eru relativ, og ein rakstur skal væl altíð síggjast í mun til tað, sum hevur verið, og so tað sum koma skal. Eg veit, at tann tolna finnur alt hon vil finna inni í teim einstøku greinunum undir viðmerkingunum, men tað hevði nú lætt um, og myndin verið greiðari.
Hendan og komandi fíggjarlógir fara at vera grundarlagið undir einum sjálvstøðugum Føroyum og einum frælsari Føroyum. Tað er málið! Ikki bara einum Føroyum, sum sleppur at vinda merkið á stong á ST borgini (kanska undir liðini av onkrari bananrepublik). Men einar Føroyar, sum tryggjar øllum borgarum eins góð kor, og tey lond vit vilja samanberast við. Eisini Ísland. Her hugsi eg fyrst og fremst um sosialu, útbúgvingarligu og mentanarligu viðurskiftini.
Sum er, halda menn ikki, at til ber at gera bart og kvetta av stokkinum ella loysa frá Danmark, sum tað fyrr bleiv rópt, soleiðis sum Tjóðveldisflokkurin plagdi at føra fram. Uppskotið til loysingarfrymil hjá Fólkaflokkinum við eini skiftistíð, sær út til at hava fallið í góða jørð, helst tí at hildið verður, at búskapurin er stóri trupulleikin. So fær man líkasum umrátt seg. Hesin trupulleikin, tað búskaparliga, plágar eisini okkum í Javnaðarflokkinum.
Fari tí at nema við tað, sum er grundarlagið undir búskapinum, og sum skal bera øllum. Og tað er og fer at vera vinnan. Vinnan í Føroyum er eisini ófræls!! Hon er ikki fjøtrað av donskum stuðli, men av føroyskum stuðli. Tað eru vit, sum gera allar dispotiónir! Kanna vit hesar ymsu stuðulskonti, síggja vit, at vinnan í beinleiðis stuðli fær umleið 170 mió kr. í uppskotinum til fíggjarløgtingslóg í 1999. Harafturat kemur FAS skipanin við 10 mió, so íalt einar 180 mió.
Hvat hesin stuðul kostar at umsita, veit eg ikki. Heldur ikki eru teir stovnar taldir við, sum beinleiðis ella óbeinleiðis virka vinnuni at frama, t.d granskingarstovnar, Fiskirannsóknarstova o.a. Men her eru aðrar milliónaupphæddir.
Av hesum 180 mill. í stuðli fær okkara høvuðsvinna umleið 130 mió!! Nú hoyri eg, at menn fegnast um, at stuðulin til fiskivinnuna er minkaðar úr 500 mió, tá ið hann var mestur, til hesar 130 mió. Alt gott um tað. Mær vitandi hevur okkara høvuðsvinna fingið stuðul av fíggjarlógini í meira enn eina fjórðingsøld. Ymisk hava heitini verið: Rakstrarstuðul, hetta má man ikki nevna longur, íløgustuðul, rentutsuðul, umleggingarstuðul, eitt róptu vit viðhvørt rentu- og avdráttarfrí lán, hvat tað so mundi vera, gávubræv kanska? Og so hava vit eisini við millumbilum havt upphøggingarstuðul. Hesin seinast nevndi mundi verða ætlaður at høggja íløgustuðulin upp aftur við?
Fyri fólki flest munnu øll hesi heitini hava verið torgreidd og illa skiljandi. At vinnulívið tók og tekur ímóti tilboðnum, tað skilji eg væl ? noktaði ein at taka ímóti, so var hann verri fyri enn teir, sum tóku við ? so einfalt er tað!
Eg ivist, hvussu væl umhugsaðar allar hesar stuðulsskipanir hava verið. Var ætlanin innast inni at menna fiskivinnuna? Var tað ein greiður og tilvitaður málsetningur, ið miðjað varð ímóti, ella vóru nógvar av hesum skipanum úrslit av politiskari ómegd?
Og hildið verður fram!
Í verandi fíggjarlógaruppskoti er skotið upp at játta 40 mió í íløgustuðli til ferskfiskaflotan, og ætlanin er, at árliga skal sama upphædd setast av nøkur ár fram. Eg ímyndi mær, at hesin íløgustuðul skal nýtast til at byggja nýggj og dýr skip fyri, og spyrji meg sjálva, um hesi fara at bera seg betri enn núverandi niðuskrivaði floti? Ella verður tað soleiðis, at veiðitrýstið økist, og vit harvið fáa minkandi fiskastovnar og minni fiskarí pr. skip? Verður avleiðingin so, at vit aftur um nøkur ár mugu játta upphøggingarstuðul, fyri at minka um veiðitrýstið, fyri á tann hátt at gera tað meiri rentabult hjá teimum skipunum, sum tá eru eftir?
Jú, glantrileikurin heldur fram!
Eg veit ikki, hvør ið torir at svara skrásikkurt upp á spurningin. Eg tori í øllum førum ikki! Eg haldi kortini, at vit skilda okkum sjálvum, og ikki minst skattgjaldaranum, at kanna viðurskiftini betri, enn ofta verður gjørt, tá ið milliónaupphæddir verða játtaðar.
Eg læs nú um dagarnar frágreiðingina ? Fast samband um Vestmannasund. Kostnað/ nyttug kanning?, sum hon verður nevnd. Hví ikki lata slíkar kanningar gera, tá tað snýr seg um at stuðla vinnuni? Tað átti at verið sjálvsagt, at politikarar tryggjaðu sær mest møguligu nyttuna av tí peningi, vit brúka. Kunnu slíkar kanningar brúkast sum avgerðargrundarlag í samferðslumálum, kunnu tilsvarandi modellir helst eisini brúkast, tá ið tað snýr seg um nyttuvirðið av studningum. Vinnulívið sjálvt hevur í áravíst brúkt hesar kanningar, sum teir so fínt rópa ?cost benefit? kanningar, tá ið veljast skal ímillum ymsar íløgur, sum skulu fremjast.
Tað er gleðiligt at teir í Vinnumálastýrinum eru farnir undir at orða uppskot til vinnupolitik. Tá verður væl stuðulspolitikkur í síni heild væl og virðiliga vendir og viðgjørdur. Hugsandi er eisini, at vinnan sjálv, fíggjarstovnar og arbeiðsmarknaðurin annars verða tikin við.
Eitt er so vist. Tað er vinnan, sum skal bera fíggjarlógini uppi. Eisini í framtíðini, tá ið skiftistíðin er av, skerd við einum triðjingi. Og verða skeivar íløgur gjørdar á vinnuøkinum, kann tað fáa fylgir fleiri ár fram í tíðina, ikki minst á inntøkusíðini.
Tí skilji eg ikki, at so stórt varsemi er, tá stuðul verður latin mentanini. Ein íløga í mentanina gevur ongantíð negativt árin. Tað er ongin vandi í slíkum stuðli- ongar katastrofalar fylgjur. Eingin upphøgging. Tvørturímóti eru vit vís í, at fáa ríkiligt aftur fyri peningin, hóast krónutalið ikki kann gerast upp eftir einum degi. Allar kanningar uttanlands benda á, at so er.
Herfyri vísti Høgni Høydal, landsstýrismaður á, at í framtíðini verður tað mentanin, sum fer at styrkja smáu tjóðirnar. Har eru vit samd bæði. Mentan styrkir ikki bara smáu tjóðirnar, men eisini tær stóru. Men er tað so tað, farið verður eftir, meðni? Hvat verður stungið út í kortið fyri mentafólk okkara? Hvørji kor ætlar man at bjóða hesum samfelagsbólki? Ein av okkara kendu og sera dúgligu rithøvundum hevur greitt mær frá sínum umstøðum. Niðurstøðan er greið- sum er virðir samfelag okkara ikki hetta arbeiðið, altso tað at skriva. Líka mikið, hvussu nógv hesi fólkini arbeiða, so høvdu tey vunnið meira pening, um tey høvdu skrivað seg inn í ALS-skipanina sum arbeiðsleys. Lítið verður hugsað um, at skrivandi fólkið og forløgini skapa ikki sørt av arbeiði í landinum. Herfyri var samrøða í Sosialinum við leiðaran fyri Leikarafelag Føroya, sum eisini vísir á, hvussu truplar umstøður listafólk okkara hava. Hetta eru hugsjónarfólk, sum fáast við mentan sum hjáputl, tí tað verður ikki virt sum eitt tilfeingi, sigur hon.
Ikki er neyðugt at fara út í æsir við spurninginum um mentan og samleika. Vit vita øll hvønn týdning tað hevur, hvussu hann verður styrktir, og hvørji árin samskiftissamfelagið hevur.
Tað er gott, at játtanin til Mentanargrunn Føroya Løgtings hækkar, hóast hon er lítil. Grunnurin fer úr 1.700 upp í 2.200. Ein bati upp á ý mill. Økingin fer til ymsar nýggjar mentanarpolitiskar raðfestingar, eitt nú barnamentan og starvslønir til skapandi og útinnandi listafólk, verður sagt. Allur bati bøtir, men eg haldi, tað hevði verið gleðiligt, um Signar Hansen, landsstýrismaður fann ein djúpari lumma. Tí, sum áður sagt- stuðulin til mentanina fáa vit aftur í ríkiligt mát. Hann er í øllum førum ikki mistur á gólvið, sum hann so mangan hevur verið í vinnuligum høpi. Stuðulin til fiskivinnuna er vorðin siðvenja. Men tá tað snýr seg um skúla og mentan, verða nógv spurnartekin havd á lofti.
Enn er tó langt á mál, skulu vit fylgja teirri tilráðing, sum var gjørd í 1995 viðvíkjandi Mentanargrunninum , sum er ein upphædd uppá 15mill krónur til henda grunn við tí fyri eygað, at veita føroyskum listafólki ársstyrki og hava møguleika fyri lániveitingum . Vit skulu eisini minnast til, at hesin grunnur spennir so víða og umfatar so nógv. Helst skortar ikki vilji, men hugburðurin hjá fólki kundi kanska tolað at verið dagførdur.
Spell var, at orðaskiftið á tingið um skúla og mentamál ikki gjørdist tað, vit kanska høvdu væntað, nú farast skal nýggjar leiðir. Men hesum verður í øllum førum ikki farið eftir, so at tað veruliga merkist. Helst hevði tað eisini sína ávirkan á orðaskiftið, at landsstýrismaðurin í skúla og mentamálum, Signar Hansen, ikki var heima. Hann var í Onglandi á ensktskeið, og eingin fer at tosa um eitt fólk ella við eitt fólk, sum ikki fær svarað. Vit seta okkara álit á, at málsliga støðið í frálæruni, (eisini læraraútbugvingini) er hægri í dag, enn tað var fyri 30 árum síðani, soleiðis at menn ikki verða skryktir úr leikum, tá ið teirra ábyrgdarøki verða viðgjørd á tingi.