Kai, hvat er hetta fyri bátur?
Tú, hetta er ein sonevndur teinæringur, sum sigst hava verið í Mykinesi í gomlum døgum. Stig vóru tikin at fara at smíða bátin fyri fleiri árum síðani, men stígur kom í. Ætlanin hevur ligið og bíðað í 12 ár, men so tosaði eg við Óla Mikkelsen og spurdi, um vit ikki skuldu fara at smíða bátin, um eg fekk skaffað høli. Tað vóru teir við upp á, og so tosaði eg við Mourits Mohr á skipasmiðjuni MEST, og tað var ikki meir enn hálvtalað orð, so slapp eg inn her at smíða.
Eg fór til verka tann 1. apríl í ár og havi smíðað hvønn dag, ofta langar dagar. Nú er so komið upp undir land, og í dag fáist eg við at seta knøini í, og so havi eg rengurnar, ennispónir, tollahol, tollar og borðskeytar eftir at gera. Aðrir taka sær av mastrini, seglum og árum, og onkur skal smyrja bátin, tá ið hann verður liðugur, so at hann kann fara á flot – helst áðrenn ólavsøku.
Hvaðani kemur tilfarið?
Eikina havi eg keypt her á skipasmiðjuni. Eg haldi, teir fáa hana úr Týsklandi, og furuna hevur Óli Mikkelsen keypt úr Norra, úr onkrun dali nærindis Bergen. Hon kom til Føroya í 2000, havi eg skilt tað rætt, og hevur síðani ligið, og eingin er líkasum komin víðari, fyrr enn eg fór at tosa við teir, og nú eru vit so komnir hertil. Kjølur og reisingar eru úr eik, og borðini eru fura.
Hvør munur er á súðubygging og kravellbygging?
At smíða súðubygdan bát og kravellbygdan bát gongur ikki fyri seg upp á sama máta. Skip verða ofta kravellbygd, og tað vil í stuttum siga, at bondini verða reist fyrst, síðani verða plankarnir festir kant ímóti kanti og kolfatraðir. Føroyskur bátur verður súðubygdur – útsíðan verður gjørd fyrst so at siga – borðini verða laðað upp og klinkað saman í súðunum, og bondini verða feld í aftaná.
Hava teir brúkt so stórar bátar í Føroyum?
Eg havi so ikki hoyrt um tað fyrr enn nú, teir tosa um henda vælsignaða teinæring, sum skal hava verið í Mykinesi. Í so fall hevur hann helst verið norskur. Føroyingar brúktu áður norskar bátar; føroyski báturin er ikki so ógvuliga gamal, ikki sum hann sær út í dag. Føroyskir bátasmiðir hava lagað hann eftir føroyskum umstøðum. Hann er lættur at draga, lættur at rógva og er í allar mátar væl egnaður til okkara sjógv.
Tú nýtir trænaglar, er tað vanligt?
Ja, tað var vanligt fyrr at brúka trænaglar, men tað er ikki vanligt í dag. Eg minnist ikki bát vera smíðaðan hjá okkum við trænaglum, men vit umvældu ofta gamlar bátar, sum høvdu trænaglar, og eg havi gjørt onkran bát til mín sjálvan við trænaglum, bara til stuttleikar, og tað riggar heilt væl.
Hvussu stór verður manningin?
Ja, við hesum bátinum kunnu upp í 20 mans sita og rógva. Hann hevur 10 bekkir, so at manningin verður 21, tá ið hann er fullmannaður – sama, sum sluppirnar høvdu, tá ið tær fóru á Suðurlandið. Og so skal hann hava mastur á miðjum skipi, og hann skal hava tað gamla slagið av segli, smalt í erva og breitt í neðra, sum teir brúktu í heilt gamlari tíð. Longdin á báturin er 40 fót og 9 tummar, og breiddin á miðjuni er 8 fót og 5 tummar. Annars hevur hetta verið ein bundin uppgáva. Hanus Jensen, bátasmiður, smíðaði eitt modell, sum eg havi havt at hildið meg til.
Nær fekst tú áhuga fyri bátasmíði?
Eg eri uppvaksin við bátasmíði so at siga. Pápi smíðaði bátar, og abbi smíðaði bátar, og tá ið eg var so frægur, plagdi eg at hjálpa til. Var til skips eini tíggju ár, og tá ið eg so kom heimaftur og fór at arbeiða hjá landinum, fór eg smátt um smátt at smíða bátar um kvøldarnar og ofta leygardag eisini. Pápi, Andrias Hammer, sum búsettist í Runavík, smíðaði einar 300 bátar, og abbi, Poul Hammer í Líðini í Vági, smíðaði 517. Sjálvur havi eg smíðað einar 30 bátar. Arbeiðsdagurin hevur ofta verið langur, serliga um veturin, tá ið kavi hevur verið, so tíðin at smíða hevur verið avmarkað.
Greipur
Í einum neysti í Akkersvík á Hvítanesi stendur róðrarbátur við tólv árum – seksæringurin Greipur. Símun Jóhan Wolles smíðaði bátin um 1990 til áhugafelag í Suðurstreymoy. At teir góvu honum navnið Greipur kann hugsast koma av hesari orsøk:
Greipur Ívarson var kongsins umboðsmaður í Føroyum. Tann 12. mai 1399 kunnger hann í brævi í Skien í Noregi, at hann frá norska frænda sínum, Geyta Eirikssyni, hevur keypt skip, ”sum eg vil sigla til Føroya við Guds hjálp.” Í sama viðfangi keypir hann eitt akker, sum vigar 12 lispund (sløk 100 kilo), og bátstog, sum viga 16 lispund. Útgerðin sigur okkum, at talan er um havskip.
Føroysk sigling dettur, sum vit vita, rættiliga tíðliga burtur, og skip Greip Ívarsonar er helst eitt tað seinasta, sum kemur til landið næstu fýrahundrað árini. Handilssiglingin fer á aðrar hendur, og føroyingar tykjast fara í dvala, tá ið um framburð og sjálvbjargni ræður. Teir ressast at vísa seg ikki við aftur, fyrr enn maður kemur uttan úr heimi um aldamótið 1800, purrar út og bjóðar donskum embætismannaveldi av.
Ormurin langi
Á ólavsøku verður ofta kvøðið um Ormin langa, og vit kunnu hóskandi runda greinina av við at siga eitt sindur um, tá ið teir smíðaðu langskipið, sum ikki færi enn 68 mans sótu og róðu – 34 í hvørjum borði.
Tá ið Haraldur Hárfagri – fyrsti norski kongur yvir øllum norðmonnum – doyði, fóru smákongar, jallar og høvdingar at berjast um valdið í Noregi. Tá á døgum var umráðandi at hava stóran herflota, og Ormurin langi var eitt tað fyrsta herskipið, sum smíðað varð. Ólavur kongur Tryggvason bardist manniliga móti trimum flotum í stórum bardaga í Oyrasundi. Hann varð við undirlutan, og søgan sigur, at kongurin leyp fyri borð av skipi sínum, Orminum langa, tá ið tap var í hendi.
Ormurin langi var smíðaður í Niðarósa – Tróndheimi – veturin 999-1000. Bakkastokkarnir lógu undir Løðuhomrum, skipasmiðirnir vóru nógvir, og stavnasmiður var Torbergur Skavhøgg, sigur Snorri Sturluson í Heimskringlu. Hann veit eisini um kensluborna hending at siga, meðan smíðað verður:
Torbergur má fara átroðkandi ørindi heim á garðin, og tá ið hann kemur aftur, er skipið fullborðað, sum tikið verður til. Sum serkønur skipasmiður sær Torbergur alt fyri eitt, at skipið hevur ikki tað rættað sniðið. Hann fer út á nátt við øks í hendi, og tá ið lýsir fyri degi, sær Ólavur kongur skip sítt skammfarið. Torbergur fær greitt at vita, at hetta kemur at kosta honum lívið, fær hann ikki skaðan gjørdan góðan aftur. Søgan endar væl. Kongur gerst so fegin at síggja vakra sniðið, sum skipið nú hevur fingið, at hann tilnevnir Torberg Skavhøgg høvuðssmið, tað ið eftir er at smíða.