Føroyskur toppur á 15 tb

Føroyski tónleikur var herfyri nærum burtur av 15 teimum bestu, men við hesa vikuna,stendur føroyski tónleikur aftur sera sterkur, øll tey fimm ovastu løgini hava tilknýti til Føroyar.

 

Sic og treskimálmuriin hjá bólkinum hevur fingið sera góða móttøku millum ummælarar bæði í Føroyum og uttanlands, men við einum fyrsta plássi á 15 teimum bestu, vísir bólkurin, at eisini lurtararnir hava tikið Sic til sín. Tað er lagið To Dare To Risk To Regret, ið liggur ovast.

 

Páll Finnur Páll hava drúgvar royndir á 15 teimum bestu, lagið forelskaður sjónleikari, lá 10 vikur ovast á listanum, og var verðandi inni í eitt heilt ár. Fleiri onnur løg sosum Herbergið og Grannin hava eisini klára seg væl. Síðstu viku royndi nýggja lagið Mín russiski vinur seg á listanum, og hesa vikuna kemur tað brakandi inn á 2. pláss.

 

Á triðja plássi er nakað so forkunnugt sum instrumentalir tónar, hetta er tittullagið av fløguni Edelweiss hjá Rasmusi Rasmussen, ið roynir seg.

 

At kalla bólkin á fjórða plássi føroyskan er ov nógv sagt, men kvarti gøtumaðurin Simon Kvamm, hevur tilknýti til Føroyar. Bólkurin Nephew, ið tvey ár á rað er valdur ársins útlendska navn á Planet Awards, og lagið Science Fiction og Familjen, liggur á fjórða plássi.

 

Á fimta plássi finna vit enn ein bólk, ið kláraði seg væl á Planet Awards, hetta er besti nýggi bólkur Boys In A Band við lagnum Super Contagious.

 

Flowerplayer hjá Krisleifi Zacariassen liggur á 12. plássi

 

1 Sic / To Dare To Risk To Regret 2 Páll Finnur Páll / Mín Russiski vinur

3 Rasmus Rasmussen / Edelweiss 4 Nephew / Science Fiction og familjen

5 Boys In A Band / Super Contagious 6 My Chemical Romance / Famous Last Words

7 Red Hot Chili Peppers / Snow (Hey Oh)

8 Fall Out Boy / This Ain´t A Scene, This Is An Arms Race Video

9 Justin Timberlake / What Goes Around Comes Around

10 Robbie Williams / Bongo Bong. And Je Ne T?Aime Plus

11 Mika / Grace Kelly 12 Kristleif / Flowerplayer 13 Gwen Stefani Feat. Akon / The Sweet Escape

14 The Fray / How To Save A Life 15 Timbaland feat. Nelly Furtado & Justin Timberlake Give It To Me

..

(e) Nelly Furtado / Say It Right (e) Mark Johnson / Nasty

(e) Avril Lavigne / Girlfriend (e) Omarion / Ice Box

(e) The Corrs feat. Bono / When The Stars Go Bi