Føroyskur trolari tikin fyri ólógligan fiskiskap

Norska sjóverjan hevur tikið ein trolara hjá reiðarínum Thor í Hósvík

Norska sjóverjan tók í síðstu viku trolaran Kappin hjá Thor í Hósvik nærhendis Bjarnoynna, tí skipið er undir illgruna fyri ólógligan fiskiskap. Tað skrivar Norðlýsið í morgin.


Sambært Norðlýsinum hevur skipið loyvi at royna eftir hørpuskel í verndarøkinum við Svalbard, men bleiv tikið, tí illgruni var um, at skipið fiskaði trælsrass 20 fjórðingar innanfyri grundlinjuna við Bjarnoynna. Sambært norskum myndugleikum, so er illgruni um, at skipið hevur fiskað ólógligt í økinum frá 29. september til 23. oktober.


- Skipið bleiv meldað til politimeistaran í Tromsø og málið bleiv kannað, meðan skipið var til havs. Skiparin var dømdur at rinda 35.000 norskar krónur og reiðaríið fekk eina bót á 800.000 norskar krónur. Báðar bøturnar vóru samtyktar meðan skipið var til havs og tí er málið avgreitt, sigur norska sjóverjan við Norðlýsið.