Í Føroyum verða 9 kommunur

Útgangsstøðið hjá kommununevndini var at skipa hvørja sýslu sum eina kommunu. Hetta var ov órealistiskt, tí hevur nevndin skotið upp annað býti

Eirikur Lindenskov


Í blaðnum í gjár skrivaðu vit, at kommununevndin, sum landsstýrið sett í 1996, mælir til, at vit í Føroyum í framtíðini fara at hava 7 - 10 kommunur.

Álitið er ikki almannakunngjørt enn - tað verður latið løgmanni, Anfinni Kallsberg, sum eisini er landsstýrismaður í kommunumálum, 1. september, og tá verður tað alment.

Sosialurin skilir, at kommununevndin hevur havt sum útgangspunkt, at hvør sýsla skal vera ein kommuna. Men tá hetta kortini varð mett at vera ov órealistiskt, varð í staðin skotið upp at skipa landið í níggju kommunur.

Nevndin mælir til at Suðuroyggin verður býtt í tvær kommunur, sunnara og norðara.

Sandoyggin verður ein kommuna.

Streymoyggin verður ein kommuna, undantikið kommunurnar í Sundalagnum - Hósvík og norðureftir.

Kommunurnar í Sundalagnum verða ein kommuna.

Skálafjørðurin verður ein kommuna.

Fuglafjørður, Gøta og Leirvík verður ein kommuna.

Norðoyggjar verður ein kommuna Og Vágarnar verður ein kommuna.