Færri arbeiðsleys í OECD

Nýggj tøl hjá felagsskapinum OECD vísa, at arbeiðsloysið í limalondunum var 8,7 prosent í januar og sostatt eitt vet minni enn í desember, tá tað var 8,8 prosent. Frágreiðingin er, at arbeiðsloysið í USA og Japan minkaði umleið 0,3 prosentstig frá desember til januar.

Tey nýggju tølini vísa, at Slovakia hevði tað størsta arbeiðsloysið í OECD í januar við 13,8 prosentum, og at Írland var beint aftanfyri við 13,7 prosentum.

Tað minsta arbeiðsloysið var í Niðurlondum, har tað var 4,2 prosent. Í Japan og Suðurkorea var tað beint niðan fyri fimm prosent, sigur OECD.