Havn: Bilarnir hava verið færri í býnum hetta, sum farið er av árinum, enn teir hava verið undanfarin ár, sigur ein av parkeringsvørðunum í Havn
Higartil í ár hava verið færri bilar at sæð í býnum í januar og februar, enn undanfarin ár, sigur Thordur Thorsteinsson, parkeringsvørður á heimasíðuni hjá Tórshavnar Kommunu.
- Kortini verða líka nógvar bøtur skrivaðar sum fyrr, sigur hann.
Parkeringsvørðurin dugir ikki at siga, um tað hevur nakað at gera við, at fólk nú kunnu koyra ókeypis við bussunum, at færri bilar síggjast. Tað er sjálvandi ein møguleiki.
Um so er, at tey, sum hava møguleika at nýta bussin, eru farin at brúka tann møguleikan, er eitt av endamálunum við átakinum ?Ókeypis allastaðni? rokkið. Og kanningar, sum gjørdar eru, síðan átakið byrjaði, benda á, at tað koyra fleiri fólk í bussi nú enn fyrr.
Men tað verða skrivaðar líka nógvar parkeringsbøtur sum vanligt, sigur hann. Tær liggja um einar 20 -30 og viðhvørt fleiri um dagin. Og tað vísir seg, at tað ofta eru somu bilarnir, sum ganga aftur, sigur Thordur Thorsteinsson.