Færri danir doyggja av krabbameini

Fleiri og fleiri danir verða lektir fyri krabbamein, men Danmark er kortini langt aftan fyri hini Norðurlondini á økinum Altsamt færri fólk í Danmark doyggja av krabbameini, og orsøkin kann vera, at fleiri og fleiri fáa viðgerð. Tað vísa tøl hjá danska heilsustýrinum.

Tølini vísa, at í 2008 vóru tað 9.000 fleiri krabbameinssjúklingar, sum fingu viðgerð, enn árið fyri.

Jakob Axel Nielsen, heilsumálaráðharri, sigur seg vera sera væl nøgdan við átøkini hjá stjórnini á krabbameinsøkinum, men Gerda Engholm hjá Kræftens Bekæmpelse sigur átøkini vera góð, men ikki nóg góð.

Hon vísir á, at Danmark er langt aftan fyri hini Norðurlondini á krabbameinsøkinum. Eitt nú eru krabbameinssjúkar kvinnur í Danmark í 40 prosent størri vanda fyri at doyggja av sjúkuni enn kvinnur í øðrum Norðurlondum, sigur hon.