– Vit førdu hagtøl yvir dystin ímóti Grønlandi, og har vísti tað seg, at vit góvu teimum heili 39 stig. Men í dag var talan um heilt annað spæl frá okkara síðu, og serliga frøddust vit um, at vit gjørdu nógv færri feilir, sigur Kristian.
– Dysturin vísti, at vit kunnu rættiliga nógv, tá vit spæla væl. Eg hevði væntað, at vit vunnu 3-0 á Gotlandi, men eg má viðganga, at eg ikki hevði væntað ein so sannførandi sigur, sum fyrst og fremst komst av okkara góða spæli, heldur enn at gotlendsku kvinnurnar ikki nyttaðu nakað.