Færri ferðafólk ferðaðust um flogvøllin í mai

Fyrstu fimm mánaðarnar í ár hava tó 9,3 prosent fleiri ferðafólk verið um floghavnina Í mai í ár eru 19.246 ferðafólk farin og komin um floghavnina. Hetta er 0,5 prosent færri enn í mai í fjør, tá talið var 19.333. Burtursæð frá farleiðunum til Noregs hevur ein minni afturgongd verið á øllum hinum farleiðunum.

Higartil í ár er samlaði vøksturin í ferðafólkatalinum 9,3 prosent, nevniliga 80.520 ferðafólk móti 73.648 ferðafólkum sama tíðarskeið í fjør. Vøksturin her stavar frá farleiðunum til Danmarkar, Stórabretlands og Noregs, meðan farleiðirnar til Íslands hava havt eina afturgongd.

Í mai fóru og komu 487 flogfør, svarandi til eina afturgongd upp á 1 prosent í mun til mai.

Higartil í ár eru 2.263 flogfør komin og farin um floghavnina. Tað er 17,8 prosent fleiri enn sama tíðarskeið í fjør. Hesin vøkstur kemur frá frálandaflúgvingini fyrr í ár.

Samlaði flogfarmurin er í mai mánaði øktur við 2,4 prosentum frá 79,8 tonsum til 81,7 tons

Higartil í ár er samlaði flogfarmurin minkaður við 9,9 prosent úr 379,6 tonsum niður í 341,9 tons.

Meira um hagtølini er at finna á www.floghavn.fo