Færri fiskidagar uttan próvgrundir

Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður

Eingi haldgóð prógv fyri at lækka fiskidagatalið. Próvgrundirnar hjá Jón Kjartanson og Fiskimannafelagnum viga tungt, men ikki í Løgtinginum og hjá fiskifrøðingunum.
At skerja fiskidagarnar við tí grundgeving, at flotin er vorðin effektivari, er sera ivasamt og kemur at raka ymisku veiðubólkarnar ymiskt og órættvíst.
At skerja fiskidagtalið yvir ein kamb, rakar línuskipini og eitt nú útróðrarflotan, munandi meir enn aðrar partar av flotanum, tí línuskipini og vanligir útróðrabátar sum rógva út frá landi eru ikki vorðnir effektivari. Tað gongur yvir mítt vit og er sera hugstoytt at síggja, at allir uttan Rúni Hentze í Tjóðveldisflokkinum atkvøddu fyri at lækka fiskidagatalið. At útróðramenn og línumenn kenna seg sviknan skilji eg væl.

Fiskifrøðingar fara skeivir
Fiskifrøðingarnir eru farnir skeivir ferð eftir ferð, ár um ár um ár? - Høvdu vit einvíst havt fylgt teirra tilráðingum undanfarin ár, hevði føroyska samfelagið mist veiðiinntøkur fyri hundratalsmilliónir, og vinnulívið og alt samfelagið komið út í óføri.
Vit hava fiskað munandi meiri enn fiskifrøðingarnir hava rátt okkum til, men fiskistovnarnir eru framvegis væl fyri. Eg ivist ikki í, at tað er neyðugt at fiska nógv, tá føðin í havinum ikki slær til og ov lítið er til allan fiskin. Gera vit ikki tað, verður allur fiskurin rak og tað bara doyr burturav. Hinvegin við at taka burturúr gevur tú meiri rúm fyri tí eftirlivandi fiskinum at veksa.
Latið okkum standa saman um at verja fiskidagaskipanina og ikki sum nú lækka fiskidagatalið meiri enn effektiviteturin økist.
Fólkaflokkurin vil skapa tryggar karmar undir útróðraflotanum og fiskivinnuni og tískil ikki lækka fiskidagatalið.