Síðani miðskeiðis í sjeytiárunum hevur tað verið møguligt at framt fosturtøku í flestu Norðurlondunum. Í Svøríki er treytin fyri fosturtøku tann, at hon verður framd áðrenn kvinnan er komin í 18. viku, men fosturtøka í hinum Norðurlondunum skal fremjast, áðrenn kvinnan er komin í 13. viku. Fosturtøka kann tó fremjast eftir ávikavist 18. og 13. viku, men tá skal tað vera eftir serligari meting og við serligum loyvi.
Í Danmark, Grønlandi, Noregi og Svøríki er tað upp til kvinnuna, sum er við barn, at gera av, um fosturtøka skal fremjast, meðan tað í
Føroyum, í Finnlandi, Álandi og Íslandi krevur serligt loyvi. Eitt slíkt
verður givið út frá sosialum ella medisinskum treytum.
Øking og minking
Tað er ein ávísur munur millum Norðurlondini við atliti til talið á
framdum fosturtøkum. Hægstu tølini finna vit í Grønlandi, Svøríki, og
Danmark, meðan Finnland, Áland og Ísland hava tey lægstu. Í nøkrum av londunum ber til at fáa eygað á eina ávísa øking og í øðrum eina
minking, bæði viðvíkjandi samlaða talinum av fosturtøkum og á
fosturtøkum fyri hvørji 1000 livandi fødd børn.
Hyggja vit at hagtølunum síggja vit, at í tíðarskeiðinum 1986-1990 vórðu 20,828 fosturtøkur framdar í Danmark. Í tíðarskeiðnum 1991-1995 er talið 18,513. Í Føroyum var talið fyrra tíðarskeiðið 81 og seinna 57, sostatt er talan um eina munandi minking. Svøríki, sum hevur linastu krøvini hesum viðvíkjandi og somuleiðis størsta fólkatalið, eigur eisini flestu framdu fosturtøkurnar hesi bæði tíðarskeiðini, men talan er um ein lítla minking.
Í mun til fólkatalið er tað nógv vanligari í Grønlandi, at taka fostrið í móðurlívi enn í hinum Norðurlondunum. Talan er um eina evarska lítla minking, men fyri hvørji 1000 livandi fødd grønlendsk børn verða uml. 850 fosturtøkur framdar. Í hinum Norðurlondunum liggur talið millum 200 og 300, í Føroyum væl undir 100.
Galdandi fyri øll londini er, at flestu kvinnurnar, ið velja at taka
fostrið, eru í aldrinum 20-24 ár. Kvinnur yngri enn 19 ár eru tó væl
við í hagtølunum og tað er serliga galdandi fyri Grønland, Áland, og
Ísland. Hagtalsbýti í aldursbólkar er ikki fyri Føroyar.
m