Færri kommunur og færri skúlar

Í løgmansrøðuni í morgin fer Kaj Leo Johannesen millum annað at leggja dent á arbeiðið at skerja talið á kommunum og skúlum. Løgmaður staðfesti í samrøðu við útvarpið hjá Kringvarpinum fyrrapartin, at kommunurnar eru alt ov nógvar í tali, og at landsstýrið heldur fast um uppskotið við sjey kommunum.

-Tað er umráðandi, at vit fáa færri og sterkari eindir, og at vit við einari útjavningarskipan leggja so til rættis, at fólk um alt landið fáa somu møguleikar, segði Kaj Leo Johannesen.

Løgmaður segði, at landsstýrið arbeiðir eisini við at skerja talið á skúlum. Hann segði, at tað eru bæði búskaparligar og pedagogiskar orsøkir til, at tað er rætt at skerja skúlatalið.