Talið á føroyingum, sum leita eftir barnaporno á internetinum, er rættiliga nógv minkað seinnu árini. Tað vísir ein uppgerð, sum Føroya Tele hevur gjørt.
Sosialurin skrivar í dag, at Føroya Tele hevur eitt filtur, sum forðar fyri, at fólk sleppa inn á heimasíður við barnaporno. Hetta verður gjørt í samstarvi við ríkisløgregluna, sum hevur eitt yvirlit yvir heimasíður, har barnaporno kann vera at finna og sum sostatt verða blokeraðar.
Filtrið hjá Føroya Tele ímóti barnaporno varð sett til í 2006, og hetta árið vórðu heili 3.493 ymiskir føroyskir teldubrúkarar steðgaðir á veg inn á heimasíður við barnaporno.
Síðani er talið minkað á hvørjum ári, og serliga í ár hevur fallið verið stórt, tí higartil í ár eru ikki fleiri enn 478 fólk forðað í at sleppa inn á tílíkar síður.
Um føroysku tølini verða samanborin við tilsvarandi tøl í Danmark, skuldu millum 150 og 200 føroyskir teldubrúkarar um mánaðin verið á barnapornosíðum, men í Føroyum liggur hetta tal millum 41 og 65 um mánaðin, skrivar Sosialurin í dag.