Færri næmingar fara í miðnámsskúla í summar

Tað er fallið 16 prosent hesi seinastu trý árini

Nú freistin at søkja á miðnámsskúlarnar kring landið, er farin, vísir ein samanteljing hjá mentamálaráðnum, at tilsamans hava 1063 næmingar søkt um at sleppa í miðnámsskúla í summar.

 

Mentamálaráðið sigur, at seinastu árini er talið á umsøkjarum til miðnámsútbúgvingarnar verið alsamt minkandi. Hesi seinastu trý árini, síðani 2014, er talið minkað samans 205 umsøkjarar, hetta svarar til 16 prosent.

 

Aftur ímóti í fjør, hava 122 færri næmingar, søkt á miðnámsskúla í summar, hetta er ein minking upp á 10 prosent.

 

Aftur í ár eru genturnar í meiriluta, tær eru 54 prosent av umsøkjarunum.

 

Mentamálaráðið sigur, at minkingin í umsóknartalinum rakar serliga yrkisútbúgvingarnar, har minking er í øllum útbúgvingunum uttan í heilsuútbúgvingini.

 

Harafturímóti sæst sum heild ein lítil vøkstur í teimum gymnasialu útbúgvingunum, har áhugin er størstur fyri at fara á hugbreyt og náttúrubreyt.

 

Áhugin fyri at fara á fyrireikingarbreyt, tøknibreyt og tilfeingisbreyt er tó minkandi.