Tað hevur í heyst gingið sum eftir ánni hjá AaB, sum saman við FCK er oddalið í SAS liguni.
23 spælarar stríðast um tey ellivu plássini á besta liðnum, og millum teirra eru Jón Rói Jacobsen og Súni Olsen, sum báðir í heyst fyri tað mesta hava verið á næstbesta liðnum.
Nú hevur AaB gjørt av, at tað frá á nýggjárinum skulu verða færri í besta hópinum, enn tað hava verið í heyst. Svenski Mattias Lindstrøm og brasilski Chrys fara nú úr felagnum. AaB og svenski spælarin, sum hevur staðið seg hampuliga væl, kunnu ikki semjast um treytirnar fyri nýggjum sáttmála, meðan AaB ikki er áhugað í at leingja sáttmálaskeiðið við brasilska spælaran.
Tað er sjálvandi møguleiki fyri, at AaB fer at keypa onkran spælara, tá ið flytingarvindeygað verður opið aftur eftir ársskiftið. Men úrslitini í heyst hava ikki givið ábendingar um, at tað verður neyðugt við serligum styrki.