Tað er nógv, sum bendir á, at tænastan frá Strandferðsluni fer at versna munandi næsta ár.
Í hesum sambandi bæði vandi fyri, at skip fara at sigla færri túrar og at ferðaseðlaprísirnir fara at hækka.
Bogi Mortensen, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at hetta kann gerast avleiðingin, fær Strandferðslan ikki meiri pening á fíggjarlógini fyri næsta ár, enn tað, sum landsstýrið hevur skotið upp.
Landsstýrið hevur skotið upp at játta Strandferðsluni 125,1 milliónir næsta ár og tað er akkurát tað sama sum í ár.
Hinvegin er nógv, sum bendir á, at prísirnir fara at hækka næsta ár.
Landsstýrið uppskotinum til fíggjarlóg, at nú í heyst er oljuprísurin er 40 til 60 oyru hægri fyri liturin enn hann var, tá ið fíggjarlógin fyri í ár varð gjørd.
Heldur hetta prísstøðið sær, fer tað at kosta Strandferðsluni minst 5 milliónir krónur eyka næsta ár, tí onki er lagt upp fyri príshækkingum.
Landsstýrið hevur heldur ikki lagt upp fyri, at sáttmálar við veitarar á Oyggjaleiðum og Bygdaleiðum eru prístalsviðgjørdir so dýrkar olja og hækka lønirnar, kostar tað eisini Strandferðsluni.
Landsstýrið hevur heldur ikki lagt upp fyri, at kostnaðurin av at hava gomul skip í sigling veksur ár fyri ár.
Sjey-átta milliónir
Bogi Mortensen staðfestir, at ætlanin hjá samgonguni at leggja eitt serligt avgjald á oljuna, fer at kosta Strandferðsluni aðrar 1,5 til 2 milliónir.
Samstundis hevur stovnurin eina lønarútreiðslu upp á 60 milliónir um ár. Tað merkir, at fyri hvørt prosent, lønirnar hækka, kostar tað Strandferðsluni 600.000 krónur.
Tí veldst eisini nógv um, hvat úrslitið av lønarsamráðingunum á almenna arbeiðsmarknaðinum, sum eru nú, enda við.
Samgongan hevur nevniliga gjørt greitt, at hækka almennu lønirnar, skulu tilsvarandi sparingar gerast, tí politiski málsetningurin er, at útreiðslurnar til lønir skal ikki hækka.
Stjórin á Strandferðsluni váttar tí, at tað er rættiliga skjótt, at Strandferðslan noyðist at spara 7 til 8 milliónir næsta ár.
Og tað fer at merkjast munandi í teirri tænastu, stovnurin veitir.
- Strandferðslan hevur bara tveir møguleikar fyri at spara nakað sum veruliga munar og tað er at sigla fleiri túrar og at seta prísin á ferðaseðlum upp, sigur Bogi Mortensen.
Akkurát, hvussu hann sær myndina fyri sær, vil stjórin ikki siga so nógv um, tí enn eru nógv ókend viðurskifti.
Men einføld høvuðrokning sigur kortini, at skal ein sparing upp á sjey ella átta milliónir finnast í ferðaætlanini og og prísinum á ferðaseðlum, verður talan um munandi færri túrar og eina hampuliga príshækking.