Færri túrar um Lorvíksfjørð

Í dag kemur estlendska ferjan, Scania, til Klaksvíkar og fer í sigling ein av fyrstu døgunum. Ferjan fer at sigla millum Klaksvík og Fuglafjørð, og tað gevur færri túrar

 

Klaksvík: Á páskum fer ferjan Scania undir siglingina um Lorvíksfjørð. Estlendska ferjan skal eftir ætlan koma til Klaksvíkar í dag, og síðani verður farið undir siglingina, so skjótt sum gjørligt.

Gongst væl verður hetta longu í morgin, men um skipið ikki verður klárt so skjótt, byrjar siglingin leygardagin.

Scania fer at sigla millum Klaksvík og Fuglafjørð, og hóast ferjan siglur nakað skjótari enn Dúgvan, verður talan um færri túrar, tí teinurin millum Fuglafjørð og Klaksvík er væl longri enn tann millum Lorvík og Klaksvík.


Størri enn Dúgvan

Scania er tó stór ferja, sum tekur fleiri bilar enn Dúgvan, og tí verður helst talan um minni bíðitíð hjá mongum sammett við støðuna seinastu vikurnar, Ternan hevur røkt siglingina.

Scania tekur 80 akfør og 400 ferðafólk, og skal ferjan samalíknast við strandfaraskip, er støddin á henni millum Dúgvuna og Smyril.

Strandferðslan hevur havt stórt stríð við at fáa avloysaraferju. Tað eru nógv viðurskifti, sum skulu upp á pláss, áðrenn eitt skip kann leigast, og hósdagin hevði Strandferðslustjórin hug at geva upp, tí tað gekk so seint við teimum formiligu viðurskiftunum.

Men so kom glið á, og nú er Scania á veg til Føroyar.


Støðugur vandi fyri brekum

Løgtingið hevur játtað 2,5 milliónir krónur til leigumálið av Scania, og prísurin fyri ferjuna úr Estlandi er 37.000 krónur um dagin.

Dúgvan verður nú umvæld, og hon skal eftir ætlan fara í sigling aftur 1. mai, og tá fer Scania so at røkja Suðuroyarleiðina, tí Smyril skal í dokk.

Hóast Scania nú fer í sigling, og tænastan verður betri á Lorvíksfjarðaleiðini og um Vestmannasund, kann strandferðslustjórin ikki veita trygd fyri, at alt verður í lagi komandi vikurnar.

Hann segði í farnu viku við Sosialin, at skipini hjá Strandaferðsluni eru so gomul og slitin, at vandi er altíð fyri tekniskum brekum, sum kunnu leggja okkurt skip.