Fóru avstað við fýra servarum

Nýggjársaftan var ein ólukkudagur fyri donsku fyritøkuna Tilsted Communication

Fyritøkan, sum hevur heimastað í Jútlandi, var fyri innbroti, og nakað av tí ringasta, sum kundi henda, hendi.
Fýra stórir telduservarar vórðu stolnir frá fyritøkuni, og tá neyðugu trygdaravritini ikki vórðu tikin, varð hetta mest sum ein vanlukka fyritøkuna. Eini 300 internetsíður, sum fyritøkan stendur fyri, brendu saman, og stór savn av myndum og øðrum fór fyri skjeyti.
Hetta er eitt dømi um, at tað ikki bara eru teldusníkar, sum kunnu hótta telduskipanir. Vanlig innbrot kunnu eisini hava álvarsamar avleiðingar við sær.
KT-stjórin hjá Tilsted fekk sekkin eftir hendingina, og síðani hava tey 42 starvsfólkini arbeitt døgnið runt fyri at fáa net, servarar og søvn hjá fyritøkuni at virka aftur.