Fóru eftir øllum

Gøtumenn vóru á Svangaskarði fyri at vinna øll stigini, soleiðis sum teir so ofta áður hava gjørt.
-Vit pressaðu teir, og fyrstu løtuna gekk tað væl, og vit komu framum. So fingu teir takið, og tá ið teir javnaðu, hevði B68 mál leingi ligið í luftini. Vit áttu síðstu løtuna, og tá áttu vit at havt avgjørt, men vit høvdu ikki marginalirnar við okkum, staðfestir Hanus Jacobsen, sum kortini heldur, at eitt stig á Toftum er at liva við.- Eftir dystargongdini kunnu vit vera nøgdir. Men tað er ikki nóg gott, at vit ikki megna at spæla okkum til trý stig á heimavølli móti GÍ, heldur B68 miðverjin Ovi Magnussen.