Í morgun fóru nakrir menn inn í ein av reaktorbygningunum á japanska kjarnorkuverkinum Fukushima Daiichi. Hetta er fyrstu ferð síðani spreingingina á verkinum fyri sjey vikum síðani, at menn eru farnir inn hagar.
Talsmenn hjá fyritøkuni Tokyo Electrical Power Co, sum eigur verkið, siga, at menninir vóru í serligum trygdarbúna, og at teir høvdu súrevnistanga á rygginum. Menninir eru býttir sundur í bólkar, og hvør bólkur kann vera í mesta lagi tíggju minuttir inni í bygninginum.
Jarðskjálvtin og flóðaldan tann 11. mars steðgaðu køliskipanini á kjarnorkuverkinum, og dagin eftir var ein hørð spreinging á verkinum.