Fýrverk: Eitt bil við gáloysni

Eitt bil við gáloysni kann gera, at tú missir sjónina, oyðileggur tær hondina – ella í ringasta føri kemur álvarsliga til skaða.

Eitt bil við gáloysni, tá tú fæst við fýrverk, kann gera, at tú missir sjónina, oyðileggur tær hondina – ella í ringasta føri kemur álvarsliga til skaða.

 

Fýrverk skal umgangast og handfarast við ansni, og rættast er, at tú bert keypir ta nøgd av fýrverki, sum tú ætlar tær at brúka gamlaárskvøld. Tú eigur ongantíð at hava fýrverk í lummanum, men heldur í einum posa.

 

Tað er altíð skilagott at brúka verndarbrillur – eisini, tá tú bara ert áskoðari. Verndarbrillurnar kunnu bjarga sjónini, um tú verður rakt/-ur í andlitið av fýrverki.

 

Eingin eigur at eksperimentera við fýrverki, hvørki keyptum - ei heldur at gera sítt egna. Slíkt kann eksplodera upp í andlitið á tær ella øðrum og geva brunasár.

 

Ólógligt fýrverk - keypt ella heimagjørt - kann vera serstakliga vandamikið fyri lív og heilsu.

 

Tú eigur ongantíð at kasta ella stýra fýrverk eftir fólki, tí sjálvt eitt lítið “heksahyl” kann elva til brunasár, um tað fer niður millum kragan á jakkanum ella festir í hár.

 

Ein skilagóð tilráðing til fólk annars er at hava vindeygu og úthurðar afturlatin gamlaárskvøld, soleiðis at fýrverk ikki sleppur inn og festir eld í.