Mánadagin spældi fótbóltslandsliðið fyri aðru ferð á venjingarleguni í Cadiz í Spania.
Vit hava endurgivið Allan Simonsen fyri at siga, at úrslitini hava ikki so nógv at siga í slíkum dystum. Tað, sum ræður um, er at fáa spælið at hanga saman, soleiðis at fyritreytirnar verða betri fyri góðum úrslitum í EM undankappingardystunum, sum eru á skránni seinni í ár.
Men vit høvdu kent bæði venjaran og spælararnar illa, um vit ikki hildu, at teir gingu høgt uppí at røkka einum góðum úrsliti móti Randers Freja ? felagnum sum Jens Kristian Hansen spældi í fyri nøkrum árum síðani.
Og tað eydnaðist føroyingunum at vinna. Úrslitið var 1-0, og tað var Uni Arge, sum skoraði málið, tá 57 minuttir vóru farnir. Málið kom, eftir at Julian Johnsson hevði sent langan bólt uppá tvørs til Øssur Hansen, sum royndi móti málinum. Málverjin hálvbjargaði í fyrstu atløgu, men so var Arge maðurin fyrstur á returinum.
Ein rúgva av møguleikum
Vit frætta úr Spania, at føroyska liðið hevði eina rúgvu av málmøguleikum, og at danska 2. deildarfelagið eisini hevði onkrar møguleikar. Men neyvleikin var ikki nóg stórur, tá tað ráddi um, og harafturat stóðu málverjarnir báðir seg væl. Sunvard Joensen vardi føroyska málið. Vit frætta úr Spania, at hann stóð seg væl, og einar tríggjar ferðir bjargaði hann, tá tað einki hevði verið at sagt til, um bólturin fór um strikuna.
Uni Arge og Heðin á Lakjuni vóru í føroyska álopinum, og teir høvdu báðir møguleikar, sum áttu at givið mál, um teir høvdu verið eitt sindur neyvari.
Serliga fyrstu løtuna í 2. hálvleiki høvdu teir møguleikar. T.d. spældi Jens Kristian Hansen Heðin heilt leysan, tá bara tveir minuttir av seinna umfarinum vóru farnir, og sjey minuttir seinni var Uni heilt blankur, tí rangstøðufellan miseydnaðist, sum teir í verjuni á danska liðnum settu, tá Sunvard sparkaði út.
Tveir minuttir eftir at Uni Arge hevði skorað, hevði hann møguleika at økja. Allan Mørkøre kastaði inn til Julian Johnsson, sum smekkaði flatt innfyri, men tað eydnaðist akkurát ikki hjá Una at skora.
Liðið
Hesa ferð vóru sekstan spælarar á vøllinum. Útgangsstøðan var aftur hesa ferð 4-4-2, og uppstillingin ber boð um, at venjarin vildi royna onkrar spælarar á nýggjum plássum. Eitt nú var Jóhannes Joensen hesa ferð miðverji, meðan Jákup Eli Olsen var rættuliga framrættaður miðvallari í vinstra borði.
Frá fyrsta bríksli sá føroyska liðið soleiðis út: Sunvard Joensen ? Pól Thorsteinsson, Jóhannes Joensen, Jan Dam, Jens Kristian Hansen ? Henning Jarnskor, Julian Johnsson, Øssur Hansen, Jákup Eli Olsen ? Uni Arge, Heðin á Lakjuni
Eftir 50 minuttir kom Hans Fróði Hansen inn fyri Jens Kristian Hansen og Allan Mørkøre fyri Øssur Hansen.
Tá 62 minuttir vóru farnir, varð álopsparið skift út. John Petersen og Jákup á Borg komu inn, og Uni Arge og Heðin á Lakjuni fóru út. Men John Petersen var ódrúgvur, tí hann hevði bara verið á vøllinum í fimm minuttir, tá hann noyddist at fara út aftur, tí hann hevði fingið ein snudd. Símun Eliasen kom inn í hansara stað.
Tveir hava ikki spælt
Einastu spælararnir, sum ikki vóru á vøllinum mánadagin, vóru Jens Martin Knudsen, Óli Johannesen og John Hansen.
Sum vit søgdu í blaðnum í gjár, so hevur Jens Martin higartil spælt tveir venjingardystir á ferðini í Spania, tí B93 lænti hann fríggjadagin. Og tað er einki at ivast í, at Jens Martin aftur fer at fáa møguleikan í dag.
Tað sær eitt sindur truplari út hjá Óla Johannesen og John Hansen. Hin fyrri hevur verið plágaður av vøddaskaða, og tað hevur higartil ikki verið hildið ráðiligt, at lata hann spæla. John Hansen er plágaður av liðbandsskaða í øðrum knænum, og tað er lítið sannlíkt, at hann fer at spæla í dag.
Hvussu tað verður við John Petersen, sum noyddist út, tá hann bara hevði spælt fimm minuttir mánadagin, var ikki greitt, tá vit frættu úr Cádiz.