Fá skattin í kassan Aksel!

Tað er helst ov bláoygt at halda sum sjónvarpið, at landskassin fær 200 milliónir burtur úr søluni av Havsbrún inn í skatti. Tí partabrøvini í Havsbrún munnu tey flestu vera so gomul, at tey koma undir tær smartu reglarnar í skattalógini, at tey eru eldri enn frá 2001 og harvið kunnu seljast skattafrítt – har bara økt virði eftir primo 2007 skal skattast.
Javnaðarfólk vilja »breiðka skatta­grundarlagið«. Men sum vit skilja boðskapin, so merkir tað, at sjómenn og handverkarar uttan­lands skulu rinda meira í skatti.
Nýggi formaður floksins er advo­katur, so hann kennir triks hjá teimum, sum ikki tíma at rinda skatt. Øll halda vit okkum helst rinda ríkiligt í skatti. Men tað skert ikki burt, at vit hava ávísar bólk­ar, sum tíma serliga illa at rinda skatt. Vanligi lønmóttakarin hevur ongan kjans uttan at rinda tað í skatti, sum honum verður álagt. Hann kann ikki gera sær eitt parta­felag, har hann kanaliserar sær ein part av inntøkuni. Men tað kunnu summi – og kanska er tað tí, at flestu advokatar hava stovnað sítt egna sp/f – og hyggur tú í rokn-skap­irnar, so ber til at fáa tað, sum tey flestu høvdu kallað eina trivaliga ársinntøku tann vegin. Vit skulu ikki pástanda, at advokatar ikki tíma at rinda skatt. Men tað er páfallandi, at so nógvir teirra nýliga hava stovnað sítt egna persónliga partafelag.
Tað eru eisini ávísir starvsbólkar, sum duga best at tosa við Taks. Men alt hetta veit Aksel V. Johannesen nógv betur, tí hann hevur starvast sum advokatur hjá eini av landsins størstu advokatfyritøkum. So um hann skal prógva sítt virði sum javnaðarformaður, so tekur hann hetta málið upp og kannar, um nakrar milliónir eru at finna har - sum kanska áttu at farið í landskassan.
Politikarar sleppa ikki undan at rinda skatt. Men teir hava eisini síni triks, sum tildømis at tiltuska sær eina feita eftirløn upp á nøkur fá ár, sum kostar skattaborgarunum 10 ferðirnar tað, sum politikarar nú vilja hava allar landsins borgarar sjálvar at rinda.
So Aksel V. Johannesen. Tú hevur ov mikið at gera, fyri at prógva títt virði sum floksformaður og fólksins fíggjarmálaráðharri. Tað kann ikki passa, at tað bara eru tey, sum eiga nógvar milliónir, tey sum duga best at snúgva sær og tey sum duga best at tosa við Taks (og ráðgeva Taks), sum skulu sleppa undan at gjalda skatt, meðan Javnaðarflokkurin legst á sjófólk og handverkarar utt­an­lands.