ÍF snávaði móti endanum

2. deild: Niðurflytararnir hava trupulleikar við at fóta sær í stríðnum um uppflytingina, og í dystinum móti grannunum úr Gøtu mistu teir tvey týdningarmikil stig, tá GÍ javnaði móti

endanum

Stefan í Skorini


ÍF varð á síðsta leikdegi í fjør dømt at spæla í næstbestu deildini í ár, men tað hevur verið torført hjá teimum at víst seg sum ein av veruligu favorittunum at endurvinna sætið í 1. deild.

ÍF sat á meginpartinum av dystinum, men megnaði hóast tað ikki at fáa trý stig burturúr. Í fyrra hálvleiki var tað bara eitt lið, sum hevði nakað at bjóða uppá, og tað var ÍF. Hóast stóru leikligu yvirvágina fingu fuglfirðingar bara eitt mál fyri steðgin. Tað var Eyðálvur Petersen, sum legði gestirnar framum 1-0, men munurin kundi verið størri.

Fyrra part av seinna umfari var tað eisini ÍF, sum sat á dystinum. Bárður á Lakjuni økti um leiðsluna eitt korter inn á seinna hálvleik, men so tók dysturin eina vend. GÍ flutti Símun Petur Justinussen úr verjuni uppá miðjuna, og tað var serliga har, at GÍ hevði havt yvirtakið. Hetta setti nakað av ferð á GÍ liðið, sum nú flutti spælið longur niðan á vøllin. Annars hevði tað mesta av spælinum verið niðri á GÍ hálvuni.

Per Dalheim var hetjan á GÍ liðnum. Hann skeyt bæði málini hjá heimaliðnum og tryggjaði harvið GÍ eitt stig, sum er týdningarmikið fyri at sleppa undan niðurflyting, ið ikki er so langt burtur. Bæði málini komu við sera stuttum millumbili, tá eitt korter var eftir at spæla.

Eftir hetta kundi tað farið báðar vegir, og Símun Petur Justinussen hevði eitt skot á træverkið, men liðini fingu eitt stig í part, men tað kunnu fuglfirðingar avgjørt ikki verða nøgdir við, um teir skulu verða við í stríðnum um uppflyting til bestu deildina. ÍF snávaði sostatt í hesum dystinum, og teir eru við at dragna í stríðnum um uppflyting, tí bæði TB og EB/Streymur vunnu sínar dystir.

Í næstu viku skal ÍF hava B36 á vitjan, og eftir avrikinum hjá B36 á Tvøroyri at døma, so eigur ÍF at vinna henda dystin. Eitt er tó greitt, og tað er at ÍF nú skal hava fulla úrtøku burturúr dystunum, sum eftir eru, fyri at flyta upp.


ÍF-GÍ 2-2 (1-0)

1-0: Eyðálvur Petersen

2-0: Bárður á Lakjuni

2-1: Per Dalheim

2-2: Per Dalheim01-0Henning Jarnskor

(15)1-01-0(Jónreid Dalheim, 70)

411-01-0Leivur Hansen

55-10-0Poul Henning Jacobsen

(13)12-00-0(Áslakur R. Petersen, 63)

68-10-0Jóan Petur Olsen

711-15-0Magni Jarnskor (liðformaður)

811-21-0Pauli Jarnskor

(14)12-21-0(Hans Pauli Petersen, 63)

911-71-1Súni Olsen

1012-50-0Óli Hansen

1211-42-1Helgi L. Petersen


Venjari: Johan Nielsen


GK: Súni Olsen 58, Jónreid Dalheim 72

Samanumtikið:

Klaksvíkingar megnaðu at vinna tey trý stigini, sum tykjast alneyðug, um KÍ skal gera sær nakrar vónir um europeiskan fótbólt komandi ár. Fyri gøtumenn merkti tapið, at teir allarhelst eru foknir í stríðnum um heiðursmerki.


Frágreiðingar

Dømi 1

111-(-17)0-0Waldemar Nowicki

Waldemar Nowicki (nr.1); 11 dystir 17 mál farin ígjøgnum; 0 gul og 0 reyð kort


Dømi 2

1510-21-0Alex Nielsen

Alex Nielsen (nr. 15); 10 dystir, 2 mál; 1 gult og 0 reyð kort


Dømi 3

54-00-0Kristian Nielsen

(11)3-00-0(Símun Hansen, 88)

Símun Hansen skiftur inn fyri Kristian Nielsen í 88. minutti


GK: Gul kort

RK: Reyð kort


Komandi dystir

1. deild menn, 14. umfar

27.08FS Vágar-SumbaNiklas á Líðarenda

27.08B68-KÍTummas Pauli Olsen

27.08B36-B71Jens Petur Brattalíð

27.08GÍ-NSÍPetur Hansen

27.08VB-HBLassin Isaksen


2. deild menn, 13. umfar

26.08HB-TBRegin Egholm

26.08NSÍ-GÍEiler Rasmussen

26.08ÍF-B36Sune Johansen

26.08KÍ-RoynPetur Hansen

26.08EB/Streymur-LÍFTummas Pauli Olsen


3. deild menn, 12. umfar

27.08FS Vágar-TBSune Johansen

27.08B68-KÍEdvard Højgaard

27.08B36-B71Ransin Djurhuus

27.08ÍF-SkálaHjalti Gleðisheygg

27.08VB-ABZoran Mancic


1. deild kvinnur

27.08NSÍ-VB Rúni Gaardbo

27.08HB-KÍ Tommy O. Joensen


Støðan - 1. deild menn

vunnintaptmál-

dystirv-j-tmálmálmunurstig

1HB139-2-229171229

2B68139-0-432221027

3VB138-3-22518727

4B36138-0-538172124

5NSÍ136-3-432211121

6KÍ136-2-529131620

7GÍ135-2-62626017

8B71132-2-91525-108

9FS Vágar132-2-91535-208

10Sumba132-0-11956-476


Støðan - 2. deild menn

vunnintaptmál-

dystirv-j-tmálmálmunurstig

1EB/Str.128-2-235171826

2TB127-2-33829923

3ÍF125-6-127131421

4B36125-2-52524117

5NSÍ125-2-52121017

6GÍ123-4-51826-813

7HB124-1-72939-1013

8LÍF123-3-61420-612

9KÍ123-3-61627-1112

10Royn122-5-51421-711