ÍF spælir dag um dag

Nú kappingin í Eik-liguni hjá monnum nærkast endanum, er dystarskráin eitt sindur spjaddari enn vanligt. Eitt nú spældi ÍF í gjárkvøldið ímóti Mjølnir og skal aftur í kvøld klokkan 20.30 spæla ímóti SÍ. Dysturin í kvøld er tann, ið var útsettur frá leygardegnum, og av tí at ÍF ikki sleppur av aftasta plássinum, hevur dysturin ikki so stóran týdning fyri fuglfirðingar kortini.
Einasta, ið eftir er at spæla um, er møguligi triði finaludysturin millum Mjølnir og SÍ. Í løtuni er SÍ fimm stig frammanfyri, men hevur spælt tveir dystir fleiri, so tann spenningurin verður nokk avgjørdur, tá liðið hittast í Klaksvík um góða viku.
Í gjárkvøldið hevði Mjølnir vitjan av ÍF, ið heldur ikki hesa ferð fekk sett ella stig. Í veruleikanum var talan um avsmurning, tí hóast Mjølnir fyri tað nógva spældi við sterkastu uppstilling, var ikki neyðugt at spíla seg út fyri at vinna. Móttøkurnar hjá ÍF riggaðu illa, og tí spurdist heldur einki álop burturúr.