Flestu partrolarapør eru til fiskiskap í løtuni, og skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur. Fiskiskapurin eftir upsa er smáligur. Trý pør eru á gulllaksaveiði.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at allir djúpvatnstrolararnir liggja við bryggju í løtuni, men møguliga fer onkur út aftur í næstum.
- Tveir trolbátar eru norðan fyri og fiska tosk og hýsu. Hesir báðir landa væntandi síðst í næstu viku.
Sagt verður, at trolbátarnir, sum fiska landleiðini, hava ein steðg í løtuni á tvær vikur, og hesa tíðina ætla teir sær norður um at fiska tosk og hýsu.
- Tvey garnaskip fiska svartkalva. Annað skipið frystir fiskin umborð, og hitt ísar. Fiskiskapurin hjá garnaskipum er smáligur, verður lagt aftrat.