Føstugudstænsta í Vági

Í kvøld verður føstugudstænasta í Vágs Kirkju. Prestur verður Bergtórur Bjarkhamar.

Vágbingurin Bergtórur Bjarkhamar vitjar sostatt aftur á kendar gøtur. Hann varð í fjør vígdur og innsettur sum prestur í Norðstreymoyar Prestagjaldi, men er uppvaksin í Vági.

Hann tók studentsprógv á Miðnámsskúlanum í Suðuroynni og fór síðani at lesa guðfrøði í Keypmannahavn. Innan lesturin í Danmark var Bergtórur ikki fremmandur gestur í Vágs Kirkju, tí m.a. var hann virkin í Kirkjukórinum Ljómi.

Sostatt vitjar prestur aftur á gøtur, har hann sleit barnaskógvar sínar. Føstuguðstænastan í Vágs kirkju verður klokkan 20:00 í kvøld.