Innsavnan
Vágar:Eins og undanfarin ár skipar Lions Club Vágar fyri stórum tiltaki í Ítróttarhøllini a Giljanesi sunnudag í føstuinngangi.
Tiltakið er ætlað sum innsavnan, og nógv eru tiltøkini, sum hava fingið peningaligan stuðul frá Lions Club
Lionstiltkaið á Giljanesi verður sett av Lions forsetanum í Vágum, Hans Jacobi Joensen, klokkan 16.00 seinnapartin 2 mars. So verður farið undir ymsu tiltøkini, sum eru nógv.
Stórt eydnuhjól er fast á Lionsdegnum. síðan er tað slíkt sum 21 spæl og tombola. Fiskibrunnur loppumarknaður. Og sum rímiligt er á føstulávint, er eisini tunnusláttur.
Matsøla er eisini, har til ber at keypa smurt breyð og køkur, saman við kaffi ella te. Pitabreyð, pylsur og pizza verða eisini at fáa.
Klokkan 20 fer dansifelagið »Upp á tá« at sýna fram dansir, tey hava dansað í vetur, eins og Sørvágs Tónleikarafelag eisini fer at spæla.
Lions Club plagar eisini at hava lutaseðlasølu um hesa tíðina, og verður vanliga drigið, tá Giljanes tiltakið endar umleið klokkan 23.00 sunnukvøldið. Í ár eru til dømis ein rúgva av gávukortum eins og flogferð at vinna.
Peningurin, sum kemur inn á tiltøkunum hjá Lions Club, verður latin góðgerandi endamálum. Eitt nú hava Vága Bjargingarfelag, Ungdómsorkestrið í Vágum, Heilafelgið og Felagið fyri minnisveik fingið peningaligan stuðul frá Lions Club í Vágum. Í fjør fekk Herbergið hja Frelsunarherinum stuðulin.
Høvuðsstuðulin í ár, verður latin ætlaðari bókaútgávu um samferðslusøguna í Vágum og Mykinesi, sigur Lions Club í Vágum.