Leygardagin skipar Mentanarhúsið í Fuglafirði fyri einum føstulávintstiltaki fyri børn, ung og vaksin. Klovnurin Bu Bu vitjan klokkan 14.00, og klokkan 15 byrjar tann árligi tunnuslátturin. Tunnuslátturin er býttur upp í tríggjar aldursbólkar, soleiðis at lítil børn, størri børn, ung og vaksin kunnu verða við. Øll, ið eru ílatin grýluklæðir fáa eina gávu, og sjálvsagt skulu tríggir kattakongar heiðrast við steypum eftir tunnuslátturin.
Hetta er eitt ókeypis tiltak, og øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka, siga tey úr Fuglafirði. Seinni um kvøldið verður føstulávintsdansur.