Føstulávintshald og dansur á Toftum

Stuðulsfelagið hjá B68 fer at skipa fyri føstulávintshaldi og føstulávintsdansi á Toftum í morgin Sjálvt føstulávintshaldið byrjar klokkan 15 og verður í høllini hjá Halduri Vang á bryggjuni. Hetta er bygningurin, har SD-Beding áður hevði sína smiðju.

Á skránni verður tunnusláing, har kappast verður í ymiskum aldursbólkum. Vinnararnir í hvørjum bólki sær fáa steyp til ognar.

Kappast verður í seks aldursbólkum, 1) børn undir skúlaaldur, 2) børn í 1.-3. flokki, 3) børn í 4. og 5. flokki, 4) børn í 6. og 7. flokki og 5) børn í 8., 9. og 10. flokki.

At enda verður eisini skipað fyri tunnusláing fyri vaksin.

Sjálv tunnusláingin er ókeypis, men meðan tiltakið er, verður høvi at keypa sær vaflur, kaffi, sodavatn og smyrjibreyð.

Klokkan 23 verður stórur føstulávintsdansur í B68-húsinum við Flemming Band.

Dansurin kostar 100 krónur.

Stuðulsnevndin hjá B68 sigur, at øll eru hjartaliga vælkomin til føstulávintstiltøkini á Toftum í morgin og annaðkvøld.