ÍF styrkir sær hópin

Í royndunum at vinna seg fram á uppflytingarsess hevur ÍF styrkt hópin við trimum spælarum

Fótbóltur

 

Tað hevur verið frammi, at Knút Vesturtún hevur gjørt av at spæla við ÍF seinnu helvt av kappingarárinum.

Men umframt Knút, sum kemur úr EB/Streymi, hevur ÍF eisini fingið tveir aðrar spælarar.

Viggo Johannesen er upprunaliga úr ÍF, men seinastu tvey kappingarárini hevur hann verið í NSÍ. Hetta kappingarárið hevur hann tó illa havt stundir til Formula-fótbólt og ta venjing, sum hetta krevur, men nú fer hann so at tørna út fyri ÍF.

Tað hevur Helgi L. Petersen eisini. Rituvíkingurin gjørdi í vetur sáttmála við B36, men vaksandi arbeiðsuppgávur í borgarliga starvi hansara gjørdu, at hann illa fekk gjørt somikið nógv við fótbóltin, sum kravið frá høvuðsstaðarfelagnum var. Og tí samdust partarnir skjótt um at strika sáttmálan.