Fá svarið í Vágsbotni

Hví skulu fólk fara á pisufund í Miðlahúsinum sunnudagin?  Her kunnu fólk fáa greiði á ymsum ivamálum, sum tey hava, áðrenn tey royna sínar veingir, sigur Holger Arnbjerg á Altjóða Skrivstovuni.

Nýtt lestrarár byrjar innan stutta tíð, og fleiri føroyingar skulu sum vant byrja á ymsum hægri útbúgvingarstovnum kring heimin. Í hesum sambandi skipa Meginfelag Føroyskra Studenta og Altjóða Skrivstovan fyri kunnandi fundi í Miðlahúsinum í Vágsbotni sunnudagin klokkan 17:00.
Praktisk, fíggjarlig, og sosial viðurskifti vera umrødd. Holger Arnbjerg á Altjóða Skrivstovuni sigur, at fólk fáa høvi at seta spurningar og fáa svar upp á viðurskifti, sum tey kanska ikki vistu um frammanundan.
 
Kom í gongd
 - Fundurin fer at snúgva seg um, hvussu hesi ungu fólkini á besta hátt koma í gongd. Vit fara at tosa um, hvussu tey best kunnu fyrireika seg til nýggja umhvørvið, og vit umrøða eisini tey fíggjarligu viðurskiftini, sum er ein týðandi táttur, sigur Holger Arnbjerg.
Á pisufundinum sunnudagin vera føroyingar, sum lesa kring knøttin. Umboð frá Skotlandi, Bretlandi, Noregi, og Thailandi vera til staðar. Danmark sum lestrarland verður serliga væl umboðað, tí føroyingar búsitandi og lesandi á Sælandi, Fjóni, og Jútlandi fara at greiða frá.
 
Helvtin uttanfyri Danmark
 - Vit fara at býta okkum upp í ymsar bólkar. Tey sum skulu til Bretlands vera í einum bólki, tey sum skulu til Keypmannahavnar í einum øðrum, og so framvegis, sigur Holger Arnbjerg.
Hann sigur, at eitt av endamálunum við pisufundinum er júst, at tey nýggju lesandi kunnu hittast og knýta bond, áðrenn farið verður avstað, soleiðis at uppgávan tykist minni møtimikil.
 - Vit vænta, at eini hundrað fólk ella so fara at møta upp sunnudagin. Helvtin av teimum plaga at vera fólk, sum skulu lesa uttanfyri Danmark, tí hesi hava kanska fleiri ivamál enn hini. Her er tað týdningarmikið, at fólk, sum eru í gongd við útbúgvingar uttanlands, eru til staðar og svara spurningum frá teimum, sum nú skulu byrja hægri lestur, sigur Holger Arnbjerg. 
 
Nógvir stuðulspengar
Í løtuni lesa 99 føroyingar á hægri lærustovnum uttanfyri Norðanlond. Fyri fimm árum síðani var hetta talið bert eini 30-35. Holger Arnbjerg sigur, at tað fyrst og fremst er ÚSUN-skipanini at takka, at fleiri føroyingar leita sær til onnur breiddar- og longdarstig at lesa. Føroyski Stuðulsstovnurin letur gjøgnum ÚSUN-skipanina kr. 120.000 um árið til skúlakostnað.
 - Vit mugu staðfesta, at ÚSUN-skipanin riggar sum hon skal. Vit síggja á hvørjum ári ein penan vøkstur í talinum av lesandi føroyingum uttanfyri Norðanlond. Vit vóna, at tá hetta lestrarárið er farið á rull, so eru einir 110 til 120 føroyingar í ÚSUN-skipanini, sigur Holger Arnbjerg.
 
Bara enskt
 - Hinvegin kundu vit ynskt okkum, at fleiri føroyingar fóru til onnur lond enn bert tey enskttosandi. Eitt nú Týskland, Frakland, Italia, Japan, Kina og onnur lond áttu at verið áhugaverd lestrarlond, havandi í huga, at til ber at fáa stuðul til skeið í málsligum førleika, sigur Holger Arnbjerg.
Holger Arnbjerg sigur, at upp til einar kr. 40.000 kunnu lánast frá Stuðulsstovninum til málsliga førleikamenning í tí ynskta lestrarlandinum. Um tann lesandi síðani klárar tað fyrsta árið av útbúgvingini, so skal peningurin ikki gjaldast aftur.
 - Vit vóna, at fleiri fólk fara at gagnnýta henda møguleika. Henda skipanin hevur koyrt í eitt ár, og bert eini trý fýra fólk hava nýtt hana higartil. Um fólk eru áhugaði, so kunnu tey koma á pisufund í Miðlahúsinum sunnudagin og fáa meira at vita, sigur Holger Arnbjerg frá Altjóða Skrivstovuni.
 
MYNDATEKSTUR: Pisufundurin er fyrst og fremst fyri tey, sum eru komin inn á hægri lærustovnar. Men tað eru eisini tey, sum hava fingið noktandi svar frá sínum ynskta lærustovni. Til tey er at siga, at útbúgvingarstovnar í Norðanlondum og Bretlandi hava tøk pláss, sum søkjast kann um her í august til at byrja í september. Og hesi støðini eru fleiri í tali, sigur Holger Arnbjerg frá Altjóða Skrivstovuni
 
Mynd: Jens Kr. Vang