Fátøk onga koppseting

Fátækt ferð at forða summum londum í at fáa koppseting móti H1N1 kríminum. - Nógv tann størsti parturin av koppsetingini fer til rík lond, staðfestir aðalskrivarin í WHO, Dr. Margaret Chan

H1N1

Rógvi Nybo

[email protected]


Gjógvin millum rík og fátøk er ikki sett úr gildi, hóast talan er um eina heimsfarsótt. Meir enn nakrantíð ger peningurin seg galdandi, og verða tað tey fátøku, ið verða við sviðusoð, tá koppingarevni móti H1N1 skulu býtast út.

Tað kunnu bert framleiðast eitt ávíst tal av koppsetingum, ið ikki er nokk til tær 6,8 milliardirnar av fólkum í heiminum, sigur Margret Chan.

- Meginparturin av sendingini fer til vælhavandi lond. Enn einaferð kemur fyrimunurin við at verða vælhavandi og vansin við fátækt til sjóndar, ljóðar kritikkurin frá aðalskrivaranum í WHO.

Granskingarleiðarin hjá WHO meinar, at H1N1 ikki er til at steðga, men at ein koppseting verður tøk í september.

Ein avtala er gjørd við tvær stórar heilivágsfyritøkur, sum merkir at WHO kann senda 250 milliónir koppsetingar til menningarlondini – eitt tal í týðiliga ikki er nóg mikið, sambært aðalskrivaranum í WHO.