Fót undir egið borð

Føroyingar vilja fegnir hava fót undir egið borð. Borðið er ongin trupulleiki, tað er verri við húsunum.

Húsaprísirnir hækka nógv skjótari enn lønirnar. Tey lágløntu, tey eldru, tey einligu og tey lesandi eru bara longri og longri frá dreyminum um egin hús ella egna íbúð.
Tey, sum ikki hava eina hampuliga inntøku, fáa ongan rentustuðul ella nakran annan íbúðarstuðul.
Ætla kommunurnar at gera sjálvsognarstovnar, sum skulu leiga fólki íbúðir, so skulu teir stovnarnir gjalda fulla rentu, umframt mvg. Skulu láglønt, tey eldru, tey einligu og tey lesandi so ígjøgnum leiguna gjalda meira enn vit onnur?
Landið eigur ovmikið av jørð, landið eigur milliardir á bók, landið hevur havt yvirskot á fíggjarlógini, so leingi blokkurin var óskorin. So landið kundi saktans havt ein aktivan íbúðarpolitikk. Eldri fólk áttu at kunna flutt í smáar íbúðir, tey við lægru inntøkunum áttu at kunna keypt sær part í úbúðarfeløgum (andelslejlighed). Í løtuni fara túsundtals fermetrar fyri onki. Eldri fólk hava illa ráð at sita í húsum sínum, og kømurni hjá børnunum standa tóm. Men tað loysir seg ikki at leiga út, og tað er ógjørligt at flyta. Av tí sama er útboðið av bæði leiguíbúðum, kømurum og sethúsum til sølu alt ov lítið ? og prísirnir høgir hareftir.
Fólk kunnu sjálvi syrgja fyri borðinum og seta fótin undir tað, men tingmenn ráða skattapolitikkinum, rentuískoytinum, treytum hjá íbúðargrunnum, ellisheimum og eldraíbúðum, og øllum hinum, sum er avgerandi fyri, um vit hava egið hús at seta fót og borð inn í.