Tórshavnar kommuna hevur í dag tikið aftur áheitanina um fútabann móti ætlaða 10.flokstilboðnum hjá Kommunuskúlanum. Nú staðfest er, at Mentamálaráðið hevur býtt út tímajáttanina til 10. flokk næsta skúlaár i Tórshavnar kommunu, er greitt, at Kommunuskúlin onga játtan hevur til 10. flokk.
Tímajáttanin er býtt út í samsvari við goðkenda skúlabygnaðin og tær fráboðanir, sum skúlarnir sjálvir hava latið Mentamálaráðnum um næmingatal og flokkar næsta skúlaár.
Sostatt hevur Kommunuskúlin ikki uppgivið, at tað hevur nakrar næmingar ella flokkar næsta ár, og hevur tískil ikki biðið um at fáa tímar.
Mentamálaráðið hevur sostatt sum góðkennandi og játtandi myndugleiki tikið tær avgerðir, ið merkja, at 10. flokkur í Tórshavnar kommunu næsta skúlaár verður skipaður sum sjálvstøðug eind í Eysturskúlanum, nevnd Nám X, og sum okkurt um 200 næmngar hava teknað seg til.
Tórshavnar kommuna sigur, at hon við hesum metir, at nú góðkendi skúlabygnaðurin fyri 10. flokk er settur í verk, er málið um fútabann ikki aktuelt longur.