Fútaforboðið bert fyribils

Hvat er eitt fútaforboð í grundini. Og hvør hevur rætt í longu trætuni um føðideildina?

Fútarætturin kann bert geva eitt fyribils forboð ímóti arbeiðssteðgi. Eftir at fútaforboð er givið, skulu tað í mesta lagið ganga 7 dagar, innan málið verður beint víðari í Føroya rætt. Har verður so endaliga avgjørt, hvør hevur brotið sáttmálan.
Fyri vanlig fólk er tað ilt at taka dagar ímillum hvør hevur rætt og hvør hevur skeivt í málinum um føðideildina.

Hvør sigur hvat
Sjúkrarøktarfrøðingarnir siga, at tað er stýrið á Landssjúkrahúsinum og Almanna? og Heilsumálaráðið, ið hava brotið sáttmálan, við tað, at teir nú seta munandi bygnaðarbroytingar í verk. Tær føra fram, at sáttmálin verður brotin, tí ein annar starvsbólkur nú skal umsita teirra økið,m sum er røkt av sjúkum pinkubørnum.
Hinvegin siga sjúkahússtýrið og Almanna? og Heilsumálaráðið seg ikki hava brotið nakran sáttmála. Tað er kravt av teimum at spara 3,5 mió. Tað gera teir m.a. við at útnytta arbeiðsorkuna hjá jarðamøðrunum betri, við tað, at tær nú eisini koma við í arbeiðið á føðideildini, eftir at barnið er føtt. Hetta er nakað, sum jarðamøðurnar leingi hava havt ynski um, og eru egnaðar til at gera. Stýrið sigur, at um sjúkrarøktarfrøðingarnir fara í verkfall, eru tað tær, ið bróta sáttmálan. Tær hava nevniliga friðarskyldu í sáttmálaskeiðnum.
Talan er sostatt um ein tulkingarspurning. Og einasti hátturin, sum leiðslan kann steðga einum, eftir teirra meting, ólógligum verkfalli, er við at fara í fútarættin.
Fútarætturin verður nýttur, tá eitt mál hevur skund og ein avgerð skjótt má finnast. Í hesum førum varð avgerðin, at verkfallið var ólógligt, tí stýrið ikki brýtur sáttmálan við ætlaðu samanleggingunum. Fútabann varð tí givið.
Avgerðin hjá fútarættinum, saman við restini av málinum, verður síðani beint í Føroyarætt, har ein endalig avgerð verður tikin.
Fútaforboðið er sostatt bert galdandi til Føroyarættur hevur sagt nýggjan dóm í málinum. Òvist er nær tað verður.