Fútaforboð móti bátahyli

Arbeiðið upp á bátahylin, sum Kvívíkar Kommuna ger á Válinum, verður helst steðgað hósdagin. Tá verður rættarfundur, har fútaforboð helst verður lagt móti arbeiðinum

Vestmanna Kommuna hevur nú gjørt av at biða um fútaforboð móti arbeiðinum hjá kvívíkingum, sum eru farnir undir at gera bátahyl á Válinum.
Rættarfundur um málið verður hósdagin, og tá verður arbeiðið helst steðgað, sigur Heini Holm, borgarstjóri í Kvívík. Men til ta tíð ætla kvívíkingar sær at halda fram við at koyra grót á sjógv, sigur hann.
Ósemjan snýr seg um mark á sjónum inni á Vestmanna. Vestmenningar halda, at markið gongur úr Heljareyga so nær Válalandinum, at grótkastið hjá kvívíkingum er komið út um ta linjuna, teir siga vera galdandi.
Kvívíkingar eru ósamdir og halda ikki, at mark kann setast soleiðis á sjónum.
Hvørki Matrikulstovan ella Landsverk hava nakað fordømi at hald seg til, skilst, og tískil verður tað nú upp til fútarættin at gera av, um kvívíkingar eru farnir um mark ella ikki.